Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gagnligt fyri tjóðina og virðiligt fyri løgmann

John William Joensen

Samgongan hevur seinastu tíðina siglt vandasjógv. Tað er eingin loyna, at høvuðsorsøkin er uppskotið hjá løgtingsformanninum um at skipa landið sum eitt valdømi.

Vit hava víst á, at tað er skeivt at fremja eina so radikala broyting í fólkaræðisligu valskipan okkara í so knappari vend, serliga tá tilgongdin er førd á einum so ivasomum politiskt/juridiskum og moralskum grundarlagi, sum gjørt er í hesum máli. Fremsti serkunnleikin her á landi mælir staðiliga frá at seta uppskotið í verk á henda hátt, tí tað er at gera seg inn á fólkaræðislig rættindi hjá tjóðini.

Seinastu viðmerkingarnar úr Noregi og Danmark undirstrikað, at har hevði slíkt als ikki latið seg gjørt á slíkan hátt. Í Noregi skal tað í hvussu so er verða um tvey fylgjandi val.

Serfrøðingar hava ferð eftir ferð afturvíst argumentunum hjá løgtingsformanninum um at broytingin er eitt demokratiskt framstig, og vísa á, at tað er sera ivasamt at skipanin fer at seta fleiri kvinnur á ting. Mangt bendir á, at grønlendingar, ið sum einasta tjóð á okkara leiðum hevur roynt hetta, eru so ónøgdir við skipanina, at arbeitt verður við at broyta hana aftur, og leiðandi politikarar boða frá, at stór og sterk øki og máttmiklar kommunur eru ein avgjørd fyritreyt, um farast skal undir sovorðna skipan.

Almenningurin, sum er lítið kunnaður um málið, metir seg hava rætt til kunning og upplýsing. Tjóðin átti at verið eftirspurd og veljarafjøldin er tí ikki sørt ørkymlað. Framtíðin hjá fólki, serliga í veikaru økjunum, kennist ivasom, og ófrættakend er kenslan av at stórir partar av landinum uttan iva fara at missa dýrt vunnin rættindi. Lovað var fólkinum, at haldast skuldi fólkaatkvøða um málið, men gingið var frá lyftinum stutt eftir.

Somuleiðis varð kunngjørt, tá málið, sum væntað, elvdi til hóttan um samgonguslit, at floksleiðararnir vóru samdir um at virka fyri, at eitt broytingaruppskot frá løgmanni varð fylgt, og at “vit hava greiðar ábendingar um, at so verður”. Broytingaruppskot løgmans skuldi útseta ígildiskomuna. Men avtalan varð brotin og fólk enn einaferð vónbrotin.

Havandi í huga, at samgongan hevur framt stórverk og fingið væl av skafti, tað sum farið er av skeiðinum, samfelagnum at gagni, men at nógv stórmál enn liggja á láni og neyvan kunnu loysast orsakað av uppskotinum um eitt valdømi, mæla vit til, at hetta ivasama klandursmálið ikki sleppur at gera størri skaða fyri politiska stevið enn tað, ið longu er hent.

Tíðin til næsta val er knøpp og átti at verið nýtt til okkurt skilabetri. Broyttu fyritreytirnar og brotnu lyftini eiga at fáa samgonguleiðaran at ásanna, at hetta spjaðingarmál, sett í gildi, kann gera munandi meira skaða enn gagn fyri samfelagið og tjóðina alla. Løgmaður má somuleiðis ásanna, at hann sum samgonguleiðari hevur evstu ábyrgd, og tí sjálvur aftur eigur at standa á odda fyri tí politikki, ið rekast skal her á landi.

Klandrið og spjaðingin í samgonguni hava prógvað, at uppskotið ikki er búgvið at koma á tingborð. Fæst uppskotsstillarin ikki at taka lítið fyrireikaða og illa undirbygda uppskot sítt aftur, og fáast floksformenninir ikki í øðrum umfari at halda semingsuppskotið hjá samgonguleiðaranum, so er tað samfelagnum og tjóðini gagnligast, at løgmaður livir upp til sína ábyrgd og útskrivar val áðrenn oyðandi missil- uppskotið hjá Edmundi kemur til atkvøðugreiðslu. Tað hevði verið øllum samfelagnum gagnligt og Føroya løgmanni ein virðilig avgerð. Ikki minst sæð úr einum visionerum sjónarhorni.