Gakk ella renn fyri heilsuna byrjar leygardagin kl. 11.00
Skriva hevur:
Treysti
Nú leygardagin 23.mai kl. 11.00 byrjar Treysti aftur vælumtókta árliga afturvendandi tiltakið “Renn fyri heilsuna”, sum í ár eitur “Gakk ella renn fyri heilsuna 2015”. Fyrsti túrur verður frá og til klædnahandilin J.A.P.
Ein nokkso stór broyting verður í ár, og tað er, at ístaðin fyri at renna 5 km, so ganga ella renna øll í 15 minuttir “út” og so venda øll heimaftur í senn. Hetta skuldi gjarna havt við sær, at øll koma aftur næstan samstundis! Startur og mál verða altíð í sama stað. Í skránni niðanfyri sást hvar byrjað og endað verður.
Byrjað verður kl. 11.00 hvønn leygardag. Undantikin er einans leygardagurin 6. juni á Norðoyastevnu, tá Treysti skipar fyri árligu Føroya Bjór Renningini.
Hildið verður á til leygardagin 12. september. Tilsamans gevur hetta 16 “Gakk ella renn fyri heilsuna” leygardagar. Fyri hvørja ferð ein hevur luttikið verður eisini møguleiki, at ogna sær ein lutaseðil, sum verður trektur 12. september. Høvuðsvinningurin verður eitt gávukort frá Fonn Flog umframt aðrar vinningar.
Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, og Treysti vónar at nógv taka av hesum møguleikanum, at koma út at røra seg saman við øðrum í summar.
Skráin fyri heilsurenningarnar sær soleiðis út í 2015: 1. 23. mai – J.A.P.