Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gallaveitslan hjá KÍ

Oliver Joensen

Lýsingar ella annað hava ikki verið at sæð enn, men Norðlýsið frættir at dagurin nú er ásettur til stóra 100 ára gallabrakið í Klaksvík.

Stóra gallaveitslan fyri KÍ-fjepparar og annars øll við tilknýti til felagið, verður tann 13. november 2004 í KÍ-høllini.
Sambært álítandi keldum er ætlanin at gera nógv burturúr borðhaldinum. Har verður tónleikur, undirhald, gestatalur o.s.fr.v. Galladansur við spennandi nýggjum bólki verður eftir borðhaldið.
Sum nevnt verður høllin karmur um gallaveitsluna. Nú hevur Norðoya Sparikassi nakrar ferðir havt borðhald fyri ábyrgdarum í KÍ-høllini, har omanfyri 1.000 fólk hava verið til borðs. Hesi tiltøkini hava prógva at væl ber til at nýta høllina til slík endamál.
Norðlýsið frættir eisini at onkrir fínir gestir verða bodnir til gallaveitsluna, men at tað fyrst og fremst eru viðhaldsfólk, ið skulu mynda hugnakvøldið.