Hósdagin 7. mai kl. 16 – 19 letur ein framsýning upp við verkum hjá Amariel Norðoy í Galleri Sct. Gertrud, Møntergade 10 í Keypmannahavn. Framsýningin verður opin til fríggjadagin 22. mai.
Gallaríeigari Kurt Svendsen sigur: Galleri Sct. Gertrud lat upp í 1980 í Sankt Gertruds Stræde og harav kom navnið á gallarínum. Stutt eftir møtti eg listamannin Amariel Norðoy sum tá gekk á Kunstakademiet í Keypmannahavn. Eg møtti honum á tí navnframa UM-GRAFIK, har hann arbeiddi uppá litografiir. Vit avtalaðu eina framsýning í gallarínum, ein avtala sum hevur verið hildin nú í 35 ár. Tað bleiv ein avtala út yvir tað vanliga, tí síðani hevur Amariel Norðoy hvørt ár í mai sýnt síni nýggjastu verk fram. Og eisini í ár fyri 35. ferð.
Tað var eisini ígjøgnum Amariel Norðoy eg kom í samband við fleiri onnur føroysk myndlistafólk, sum ikki nógvir danskarar kenna. Vit skaptu eina nissju, almenningurin fekk áhuga fyri teimum norðuratlantisku listafólkunum, og stórt sæð hava tey flestu føroysku myndlistafólkini sýnt fram í gallarínum, sum bleiv kent sum “de færøske kunstneres danske ambassade”
Tann dagin í dag er tað enn føroysk myndlist Galleri Sct. Gertrud stendur fyri. Vit eru nú flutt til vøkur hølir í einum gomlum húsi frá 1700’talinum í Møntergade 10, og minst 4 av framsýningunum í árinum eru við føroyskum myndlistafólkum. Men tað er eisini pláss fyri fleiri donskum listafólkum. Linjan hjá gallarínum er moderna natúr-inspirerað málarí og skulptur, og vit eru stolt av at umboða Albert Bertelsen, ein av okkara núlivandi listamálarum.
Hósdagin 7. mai kl. 16 – 19 hava vit fernisering til heiðursframsýningina, og hvat vildi veri meira natúrligt enn at framsýnarin eitur Amariel Norðoy, sum hevur fylgt gallarínum í 35 ár, og sum eisini í ár verður 70 ár.




