Uppíbyggingin av skúlanum á Fossanesi fekk skaða ímorgun, tá endaveggurin rapaði í nógva vindinum.
Úr Norðdepli frætta vit, at tað undrar menn at endaveggurin er farðin, tí byggingin var væl avstívað. Menn vóru á staðnum seint í gjárkvøldið og gjørdu sær ómak at festa stálstívararnar, ið eru til endamálið. men tað vísti seg, at stálstívararnir hildu ikki ímóti nógva vindinum, summir teirra vóru krúllaðir saman, ímeðan aðrir vórðu kvettir av.
Tað verður tó ikki hildið at betongdekkið hevur fingið nakran skaða.




