Teir báðir, Poul Havn og Jóannes Niclasen sýna fram mangt forvitnisligty í Smæruni ímillum klokkan 16 og 20.
Vit vóru á stuttari vitjan við myndatólinum. Fyri okkum “tilkomnu” var nógv áhugavert at minnast aftur á. Radiotól frá 50-unum og longur afturi, eitt radiolurt, sum Poul Havn sjálvur hevði framleitt á ungum árum, ein flottur spolabandupptakari. Fyri at vísa hvussu stórt alt var í vavi á tekniska økinum fyrr, so hevði Poul Havn eitt radiorør við á framsýningini, tað var til støddar sum ein stórur nevi. Ein komponent sum ger somu nyttu ídag, hevði tú neyvan borið eygað við.
Forvitnisligu myndirnar hjá Jóannesi Niclasen vóru sera væl skipaðar og tí var stuttligt at hyggja. Tær flestu vóru ikki so ógvuliga gamlar og tí sera viðkomandi fyri okkum í 60+ aldri og kanska fyri børn okkara eisini.
Jú, teir báðir hava staplað eina sera viðkomandi framsýning upp á beinini.




