Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gamalt var ”at størsta vanvirðing er ikki at svara”

Tíðindaskriv

Hetta var júst tað, ið Kristin Michelsen vísti, tá hann telvaði seg av javnaðaralistanum.

Kristin Michelsen setti tað óhoyrda krav til medvalevnini, at tey skuldu binda seg til at peika á tann fyrstvalda sum borgarstjóra.

Hetta vildi valevnini, av prinsipiellum orsøkum, ikki ganga við til.Hetta fekk Kristin Michelsen at vita í einari telefonsamtalu og tveimum e-mailum frá nevndini.

Tann 15.10.16 kl. 21.21 fingu valevnini hesi boð frá Kristin Michelsen:

”Eg vil gjarna hava svart upp á hvítt frá øllum valevnunum, at fyrst valdi fær møguleikan at vera borgmeistari, óansæð um tað er Per og Poul. Annars taki eg meg av listanum. Eg skal norðureftir í morgin, og havi eg ikki fingið svar frá øllum áðrenn tað, so fari eg av listanum”.

Vit valdu tó ikki at strika hann av listanum, men góvu honum freist til kl. 17.00 mánadagin tann 17.10.16 at svara, hvørt hann framvegis var á listanum hjá Javnaðaraflokkinum.

Ringt varð av nevndarfundi til Kristin Michelsen fleiri ferðir. Vit fingu onki svar.

Tá so Kristin Michelsen fyrst royndi mánakvøldið, uttan úrslit, at koma á borgaralistan, og so týsdagin tíðliga, fór undir at gera egna lista, so boðaði nevndin frá kl.15.34, at vit mettu, at Kristin Michelsen ikki vildi vera á Javnaðaralistanum.

Kristin Michelsen er sostatt ikki koyrdur av listanum, men valdi sjálvur at seta seg utttanfyri.

Nevndin í Suðuroyar Norðara Javnaðarafelag.