Í døgunum 15. til og við 19. oktober var skipað fyri altjóða Économusee ráðstevnu í Bergen. Économusee er verkætlan, hvørs endamál er at menna eitt altjóða netverk av fyritøkum, ið arbeiða við lokalum handverki. Umleið 70 fyritøkur eru partur av verkætlanini og í Bergen hittust 80 fólk úr Kanada, Írlandi, Føroyum, Íslandi, Norra og Svøríki
Í døgunum 15. til og við 19. oktober var skipað fyri altjóða Économusee ráðstevnu í Bergen. Économusee er verkætlan, hvørs endamál er at menna eitt altjóða netverk av fyritøkum, ið arbeiða við lokalum handverki. Umleið 70 fyritøkur eru partur av verkætlanini og í Bergen hittust 80 fólk úr Kanada, Írlandi, Føroyum, Íslandi, Norra og Svøríki
Írska familjuyritøkan Steensons Jewellery er partur av Economusée og tók lut á ráðstevnuni. Hon hevur framleitt fleiri enn 25 ymiskar smúkkur til filmin ”Game of Thrones”, og hevur fingið fleiri prísir fyri sítt dygdar handverk.
Silvur-, træ- og jarnsmiðir, bøkjarir og bátasmiðir, spinnarí, tónasmíð, mathandverk og annað handverk var eisini umboðað á ráðstevnuni. Eisini var ferðaliðið og vitjaði norskar handverkarar, ið eru partur av Economusée netverkinum.
Endamálið við altjóða samstarvinum er at styrkja og marknaðarføra siðbundið handverk og óítøkiliga mentanararvin í hvørjum einstaka landi og at geva fakliga vitan og íblástur.
Économusee fyritøkurnar lata dyrnar upp fyri ferðafólki, vísa teimum hvussu vøran verður framleidd og greiða frá søgu, siðvenju, teknikki og nýmenning. Eisini er endamálið at skipa fyri tiltøkum, ið eru savnandi og hugkveikjandi.
Tær føroysku fyritøkurnar, sum eru partur av Economusée netverkinum, eru Grótvirkið í Skopun, Træstudio við Joel Cole, Smiðjan á Trøllanesi, Spinnaríið Mona og Tutl. Aðrar eru ávegis. Í døgunum 23. til og við 26. november skipar Économusee Føroyar fyri almenna tiltakinum, Livandi Tilfeingi, í Tórshavn, har føroyskt handverk verður sýnt fram.
Higartil hevur Économusee verið ein NPA verkætlan, men komandi summar verður verkætlanin skipað um til ein felagsskap.
Verkætlanin er fíggjað av Northen Pherephery and Artic Program og Fróðskaparsetur Føroya. Vinnuframi stuðlaði føroysku virkjunum, at tóku lut á ráðstevnuni í Norra.
Mynd 1.01: Føroysku handverkararnir, saman við m.o. Brona Spencer frá Steensons Jewellers, Helen Conneely, frá Celtic Roots, Øyvind Myhr frá Hillesvåg Ullvarefabrikk, Nigel Logan frá Hillstown Brewery og Torbjørg Grøttveit Gjerstad frá Oleana.
Mynd 1.02: Brona Spencer, frá Steensons Jewellers, ið hevur gjørt smúkkur til Game og Thrones, saman við Leona Kane, frá Broighter Gold Rapeseed Oil, Írland.
Mynd 1.03: Á vitjan hjá bøkjaranum Jostein Gangstø, frá Tønnegarden í Norra.
Mynd 1.04: Føroysku luttakaranir frá høgru: Heini Tausen, Olivur Eystberg, Jóhannus Kallsgarð Joensen, Høgni Tausen, Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, Katrina í Geil og Eva Poulsen. (Marjun Svartafoss og Olga Biskopstø, eru ikki við á myndini).




