Um vikuskiftið verður Føroya størsta tónleikatiltak hildið á Vágsbøi í Klaksvík, men fólk flokkaðust eisini onkuntíð um Vágsbø í gomlum døgum
Hesa myndina hava vit fingið sendandi sum eina nostalgiska áminning um gamlar dagar á Vágsbøi. Her er tað ein av gomlu tyrlunum, sum lendir mitt á Vágsbøi, og tað fekk fólk av húsi fyri at hyggja.
Tyrlan hevur eisini seinni verið brúkt í sambandi við Summar Festivalin – bæði til at undirhalda við og at flyta tónleikarar til festivalin.
Hósdagin, fríggjadagin og leygardagin verða tað tó bólkar sum Smokie, Melanie C, Alphabeat, Basim og Kári P, sum fara at undirhalda á Vágsbøi.




