Í vikuni hevur Grønlenski trolarin, Hagi, fyrrverandi Fullberg landað 430 tons av fiski undan Grønlandi.
Tað er Grønlendska felagið hjá JFK, sum eigur trolaran og er hann nummar 9 í røðini sum teir hava keypt í Grønlandi.
Hanus Hansen, stjóri í JFK, sigur við Norðlýsið, at fiskiskapurin í Grønlandi er góður, men í løtuni hevur báturin ikki meira kvotu í grønlendskum sjógvi.
– Í komandi vikun fer hann at fiska upsa undir Føroyum og í Norðsjónum burturav Grøndlendsku kvotuni.
– Orðsøkin til at hann landar í Klaksvík er fyrst og fremst tí, at vit eru úr Klaksvík og royna at draga so nógv sum gjørligt til Klaksvíkar. Vit hava eitt sera gott samstarv við frystivirkið hjá Antonius.




