Nú menn frá kommununi eru farnir undir at taka garðin rundan um gamla kirkjugarð niður, byrjar økið at koma til sín rætt.
Sjálvur garðurin kring gamla kirkjugarð verður roknaður at vera frá nýggjari tíð, hóast kirkja og kirkjugarður helst hava verið í Vági síðani í miðøldini. Tað elsta vit við vissu vita um at kirkja hevur staði í Vági er í 1709, men roknað verður við at søgan hjá kirkjunum í Vági er eldri enn so.
Um garðlagið kring kirkjugarðin vita vit, at garðurin eystureftir, ið nú verður tikin niður, er stoyptur á leið 1945, tá vegurin bleiv breiðkaður og garðurin fluttur nakað vestur, soleiðis at upprunaligi garðurin hevur verið eystari enn hann, sum hevur staðið til dagin ídag. Garðurin niðanvið hjá Kál er stoyptur eisini og er tí eisini frá nýggjari tíð, ímeðan Lamba Jóhann og John Reid Bjartalíð lagaðu garðin ímóti Vágstúni. Garðurin norðanfyri er eisini lagaður í nýggjari tíð, so menn meta at lítið og onki av gamla garðlagnum er eftir, møguliga eru nakrir steinar brúktir aftur, tá lagað hevur verið uppaftur.
Tað er onki at ivast í, at vakri bletturin í Vági nú fer at koma til sín rætt. Teir gomlu vildu hava høgar garðar, tá eitt øki skuldi hava frið og tað var sjálvandi fyrst og fremst fyri at halda seyðinum burturi frá økinum, men síðani vit fingu býarhegn í Klaksvík eru vit tíbetur gingin alt meira og meira burtur frá at byggja høgar múrar kring urtagarðar og aðrar vakrar blettir.




