Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gamlir Fóstbræður á vitjan

John William Joensen

Vit kunnu vænta okkum eina av teimum heilt góðu konsertunum komandi vikuskiftið í Vesturkirkjuni og í Skúlanum við Ósanna í Klaksvík.

Vit kunnu vænta okkum eina av teimum heilt góðu konsertunum komandi vikuskiftið í Vesturkirkjuni og í Skúlanum við Ósanna í Klaksvík.

Gamlir Fóstbræður úr Íslandi koma á Føroyavitjan komandi vikuskiftið og hava konsertir í Vesturkirkjuni leygdag 7. juni kl. 17.00. Sunnudagin 8. juni hava teir konsert í Skúlanum við Ósanna í Klaksvík kl. 15.30.

Fóstbræður, sum hava galmar røtur, er eitt av teimum bestu manskórunum í Íslandi, og eru Gamlir Fósbræður er ein sálvstøðugur partur av hesum kóri.

Á skránni vera íslendskir og norðurlendskir sangir m.a. nakrir av teimum best dámdu íslendsku kórsangunum.

Ein av kendastu klaverleikarum í Íslandi, Jónas Ingimundarson, spælir á klaver til nakrar av sangunum.

Tenorurin ºorgeir J. Andrésson, sum hevur sungið við íslendsku opruni, er solistur á Føroyaferðini hjá Gamlir Fóstbræður.

Sangstjóri hjá er Árni Harðarson, sum eisini er komponistur og er stjóri á Tónlistaskúla Kópavogs, har m.o. Jóannes Andreasen hevur gingið. Árni Harðarson er eisini sangstjóri hjá Karlakórinum Fóstbræður, sum hevur vitjað í Klaksvík fyrr og annars ferðast víða um í heimi.

Vit kunnu vænta okkum eina av teimum heilt góðu konsertunum komandi vikuskiftið í Vesturkirkjuni leygdagin 7. juni klokkan 17.00, har Tórshavnar Manskór eisini syngur við – og sunnudagin 8. juni kl. 15.30 í Skúlanum við Ósanna í Klaksvík, har eisini 17 Sangarar synga við.

Konsertin í Skúlanum við Ósánna er ókeypis

Harleywoodpaint