Næraberg munnu flestu føroyingar kenna, saman við Bettinu og brúnni av Varðanum liggur hann nú í Grenå
Norðlýsið hevur fingið hesar forvitnisligu myndirnar sendandi. Sum skilst, so skal skerast omanav Nærabergi í Grenå og síðani skal hann til Ørskov skipasmiðjuna at umbyggjast til oljuvinnuna, antin til seismikk ella eisini til fluttning av fólki í sambandi við oljuvinnuna. Betina liggur eisini har til umbyggingar og stýrhúsið á Varðanum, tað verður neyvan nýtt aftur.




