Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gammeltoft : Eg eri vitandi um ósemjuna

John William Joensen

Hóast sjálvur løgtingsformaðurin við løgtingslógini um ábyrgd landsstýrismanna hevur sett kenda danska advokatin, Hans Gammeltoft Hansen, at kanna leiklutin hjá landsstýrismanni og sjálvum løgmanni í samband við málið um Skálafjarðartunnilin, og avhoyringarnar eru skipaðar í dómhúsinum hjá Sorinskrivaranum so er longu nú greitt at kanningin neyvan fær nakrar fylgir. Faktiskt kann løgtingið verða noytt til eftir at kanningin er liðug at biðja fútan gera sama arbeiði, sum løgtingið hevur bundið seg til at rindað danska advokatin fyri at gera.

Hóast sjálvur løgtingsformaðurin við løgtingslógini um ábyrgd landsstýrismanna hevur sett kenda danska advokatin, Hans Gammeltoft Hansen, at kanna leiklutin hjá landsstýrismanni og sjálvum løgmanni í samband við málið um Skálafjarðartunnilin, og avhoyringarnar eru skipaðar í dómhúsinum hjá Sorinskrivaranum so er longu nú greitt at kanningin neyvan fær nakrar fylgir. Faktiskt kann løgtingið verða noytt til eftir at kanningin er liðug at biðja fútan gera sama arbeiði, sum løgtingið hevur bundið seg til at rindað danska advokatin fyri at gera.

Sambært skjølum sum Norðlýsið hevur fingið innlit í hava Fútin, Sorinskrivarin, statsadvokaturin og fyrrverandi kanningarstjóri í grannskoðaramálinum gjørt løgtinginum greitt at løgtingslógin um ábyrgd landsstýrismanna er í stríð við føroysku rættargangslógina og tí er sera sannlíkt at niðurstøðan hjá Gammeltoft ikki brúkast í rættarskipanini.

Gammeltoft – hettar er upp til løgtingsformannin at svara fyri.

Norðlýsið sendi skjalatilfarið til danska advokatin og hann váttar fyri Norðlýsinum at hann hevur lisið skjalatilfarið og at hann er vitandi um trupulleikan.

Men sum kanningarstjóri er tað ikki upp til mín at meta um løgfrøðisliga grundarlagið fyri kanningini og tí er heldur ikki rætt av mær at viðmerkja hetta, sigur Hans Gammeltoft Hansen í teldubrævið har hann samstundis vísir til formansskapin í løgtinginum.

Allir løgfrøðingar sum vit hava tosað við og sum hava sæð skjølini sum sipað verður til niðanfyri siga at tað er sera óheppið at rættarskipanin eftir øllum at døma ferð at visa eitt rættarmál sum er bygt á lógina um ábyrgd landsstýrismanna frá sær.

Tí kann endin verða at løgtingsformaðurin noyðist at melda málið til fútan, um hann metir at lógarbrot er framt, og so gevur gammeltoft kanningin onga meining.

Tað gevur heldur onga meining at ein føroyskur ministari skal standa til svarts yvir fyri einum donskum embætismanni sum er undir Fólkatinginum.

——-

Rættarskipanin viðurkennir ikki kanningina hjá Gammeltoft.

Líka síðan lógin um ábyrgd landsstýrismanna var til viðgerðar og sett í gildið hava fútin, sorinskrivarin og statsadvokaturin gjørt løgtinginum greitt at hon stríðir ímóti føroysku rættargangs lógini. Enntá hevur løgtingsformaðurin frá egnum kanningarstjóra fingið greitt at vita at rættarskipanin vísandi til føroysku rættargangslógina ikki kann føra rættarmál eftir lógini um ábyrgd landsstúrismanna.

Tá løgmaður setti danskan professara í løgfrøði at kannað sokallaða Grannskoðaramálið kom hann til tað niðurstøðu at um løgmaður ella løgtingið ynskti at reisa ákæru móti landsstýrisfólki vísandi til lógina um ábyrgd landsstýrismanna var rætturin noyddur at vísa málið frá sær tí heimild var ikki í føroysku rættargangslógini.

Tann 2. november 2010 bað løgtingsins umboðsmaðurin um eina kanning av málsviðgerðini í samband við sokallaða grannskoðaramálið og Skráseting Føroya. Advokatarnir fingu boð um at kannað málsviðgerina í Skráseting Føroya, Vinnumálaráðnum og Innlendismálaráðnum í samband við at sjey persónar søktu um góðkenning sum grannskoðarar.

Tann 26. november 2010 avgerð løgtingið at seta eina nevnd mannað av floksformonnunum til at meta um tað var grundarlag at taka stig til eitt revsimál vísandi til løgtingslóg nr. 90 frá 4. Juni 1996 um ábyrgd landsstýrismanna, ímóti fyrrverandi landsstýrismonnum, Bjarna Djurholm og Jacob Vestergaard.

Nevndin bað fútan kanna málið, men niðurstøðan hjá Fútanum eftir at hava kannað lógargrundarlagið í samband við løgtingslóg um “ábyrgd landsstýrismanna” var at hon ikki hevði heimild at at føra revsimál eftir nevndu løgtingslóg og statsadvokaturin var samdur við fútanum.

Tá fútin og statsadvokaturin høvdu gjørt løgtinginum greitt at teir ikki høvdu heimild at føra revsimál móti landsstýrisfólkum, eftir lógini um ábyrgd landsstýrismanna, vendi Løgtingsnevndin sær síðani til danska professaran í løgfrøði, Morten Samuelsson, sum m.a. hevði arbeitt saman við statsadvokatinum í Keypmannahavn og deildini fyri “Særlig Økonomisk Kriminalitet”.

ÍLøgtingslóg nr. 90 frá 04.06.1996 um ábyrgd landsstýrismanna stendur m.a. soleiðis:

§ 9.Løgmaður eins væl og løgtingið kann gera av at reisa ákæru viðvíkjandi broti á hesa løgtingslóg, og ger samstundis av, hvør skal virka sum ákæri vegna hitt almenna í málinum.

Stk. 2. Tann av løgmanni ella løgtinginum tilnevndi ákærin hevur somu heimildir og skyldur í málinum sum fútin/statsadvokaturin/ríkisákærin/løgmálaráðharrin hevur eftir rættargangslógini, men er ikki undirgivin nøkrum ríkismyndugleika.

Í niðurstøðu síni skrivar danski professarin at áðrenn hendan lógin varð samtykt í løgtinginum var tað landsstýrið ella løgtingið sum avgjørdu um tað vóru mál sum neyðugt var at melda til fútan. Síðani var tað upp til fútan at meta um grundarlag var fyri at reisa ákæru móti landsstýrisfólkum. Tað var altso løgtingið ella landsstýrið sum avgjørdu um mál skuldi meldast til fútan og síðani var tað upp til fútan at taka støðu til um at reisa revismál og um hetta var gjørt var revsimálið reist í tráð við rættargangslógina.

Men sambært lógini frá 1996 verður sagt at tað er løgmaður ella løgtingið sum endaligt tekur avgerð um ákæra skal reisast um lógarbrot. Harafturat er tað løgmaður ella løgtingið sum avgera hvør skal verða ákæri í rættarmálinum. Lógin sigur enntá at hesin ákæri hevur sama myndugleika sum fútin, statsadvokaturin, ríkisákærin og justidsministarin eftir rættargangslógini, men at han ikki er undirgivin nøkrum ríkismyndugleika. Harafturat sigur galdandi løgtingslóg at tað er eitt nevningating sum skal døma tá landsstýrisfólk hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna.

Í samband við viðgerðina av lógaruppskotinum gjørdi fúti greitt at eftir hansara meting var tað sera ivasamt um løgtingið við lóg hevði heimild til at áseta at rættarmál móti landsstýris fólkum skuldi avgerast av nevningatingið. Sorinskrivarin segði at hann metti at reglir hesum viðvíkjandi áttu eisini at staðið í rættargangslógini.

Í løgtingsins rættarnevnd var eisini ósemja um hvør hevði heimild at avgera um ákæra skuldi reisast móti landsstýrisfólkum. Ein meiriluti helt at avgerðina átti løgmaður ella løgtingið at taka, men minnilutin ivaðist um løgtingið hevði heimild tí hetta var danskt málsøkið burturav. Men endin var at uppskotið hjá meirilutanum varð samtykt.

Niðurstøðan hjá kanningarstjóranum í grannskoðaramálinum:

Mín niðurstøða er at lógin um ábyrgd landsstýrismanna er ikki sambærilig við føroysku rættargangslógina. Rættargangslógin sigur púra greitt at tað í øllum málum er fútin sum er ákæri. Eisini sigur rættargangslógin at nevningating eru í málum har dómurin er minst 4 ára fongsul ella meira.

Fútin uppfyllir heldur ikki treytirnar í løgtingigslógini um ikki at verða undirgivin nøkrum ríkismyndugleika.

Harafturat er greitt út frá rættargangslógini at talan kann ikki verða um nevningating í samband við rættarmál um ábyrgd landsstýrismanna.

Tað liggur uttan fyri mín arbeiðssetning at meta um tað er møguligt at gera reglur um eitt rættarmál við løgtingslóg har løgmaður ella løgting útpeikar ákæran.

Men við verðandi lóggávu má man roknað við at um ein ákæri sum er útnevndur av løgmanni ella løgtinginum leggur eitt mál fyri rættarskipanina ferð dómstólurin vísandi til rættargangslógina at avvísa málið,

Fútin hevur gjørt niðurstøðu um tað er IKKI heimild í verandi lóggávu um ábyrgd landstýrismanna at reisa mál í rættarskipanini , og sjálvt um fútin metti at heimild var til hetta ber undir øllum umstøðum ikki til at føra slíkar sakir við nevningtingið tí tað vildi verið í stríð við grundleggjandi prinsipp í rættargangslógini.

Síðani er málið enda í gloymibókina.

Tann 16. november 2011 sendir Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður bræv til Statsministaran.

Vísandi til advokatkanningina biður hann statsministeriið kannað um lógin um ábyrgd landsstýrismanna og rættargangslógin stríða móti hvør aðrari. Um so er biður løgmaður statsministerið um at seta greiðar reglur í gildið í rættargangslógini soleiðis at nevnda føroyska lóg kann virka eftir ætlan í praksis.

Tann 22. november biður Statsministeriði um eina útgreining frá Justidsministaranum.

Tann 18. Juli 2012 skrivar løgfrøðingur hjá Løgmanni, Sjúrður Rasmussen, til Jusidsministeriet at neyðugt er at ríkismyndugleikarnir og heimastýrið semjast um greiðar reglur í samband við lógina um ábyrgd landsstýrismanna:

“Dette vil være en særdeles vanskelig situation, såfremt der er uenighed mellem hjemmestyret og rigsmyndighederne om hvorledes en situation især skal løses. Sæt nu for,at lagtings lovgivning vil have en bestemt løsning, og landsstyremanden ikke følger denne løsning, som han har retlig pligt til, så kan det ske, at sagen ikke kan forlægges domstolene at konstatere strafansvar, fordi rigsmyndighederne ikke vil begynde en retssag for overtrædelse af lagtingslovgivningen fordi de er uenige i den.

Derfor bør en ny ansvarslov fastsætte, at både lagtinget og lagmanden endelig har ret til at bestemme, om tiltale skal rejses og samtidig bestemme hvilken person der skal være offentlig anklager i sagen. Denne anklager bør være uafhængig af lagtinget, landsstyret og rigsmyndighederne og anklagemyndighed og politi på Færøerne og bør have samme bemyndigelser efter retsplejeloven som Landfogeden har på Færøerne.

Tann 9. September 2014 skrivar Sjúrður Rasmussen til Norðlýsið at:Vit hava óteljandi ferðir biðið Justitsministeriet um at svara, men kortini hoyrist onki frá teimum. …..

Tað skal sigast eisini at Sjúrður Rasmusen, sum er løgfrøðisligur ráðgevi hjá Løgmanni og var við til at skrivað stýrisskipanarlógina er ikki samdur við niðurstøðu Fútans og niðurstøðuna hjá Statsadvokatinum. Hann hevur í skrivið til Statsministeriði vís tá síni sjónarmið.

Men sum støðan er í løtuni er tað óhugsandi at landsstýrisfólk ella Føroya Løgmaður kunnu rættarsøkjast og dømast av dómstólunum.

Við øðrum orðum kann niðurstøðan hjá Hans Gammeltoft Hansen, sum av løgtingsformanninum er útnevndur til at kanna hvørt løgmaður ella landsstýrismaðurin hava framt lógarbrot, ikki brúkast.

Longu tá lógin um ábyrgd landsstýrismanna varð samtykt í løgtinginum vistu løgtingsmenn at lógin var ikki í samsvar við føroysku rættargangslógina. Tað gjørdi Nepper Christensen, fúti, greitt í brævið til løgtingið.

Løgtingið visti eisini tá kanningin hjá Gammeltoft var sett í verk av Landsstýrismálanevndin at løgtingslógin um ábyrgd landsstýrismanna kann ikki brúkast til at rættarsøkja løgmann ella landsstýrisfólk. Niðurstøðan og arbeiði hjá Gammeltoft er eitt leysingarbarn sum einans kann brúkast til politiskt kjak tá úrslitið fyriliggur.