Hans Gammeltoft-Hansen, sum seinasta summar var nógv umrøddur í føroysku fjølmiðlunum, kemur um nakrar vikur aftur til Føroya. Men hesaferð eru ørindini ikki at kanna politisk mál.
Gammeltoft, sum er serfrøðingur í kirkjurætti, er boðin til Føroya av Felagnum fyri kirkjuráðslimir. Hann fer fríggjakvøldið 4. mars at halda ein almennan fyrilestur í Løkshøll í Runavík um viðurskiftini millum stat og kirkju. Tað skrivar heimasíðan folkakirkjan.fo.
Heimildin er ikki brúkt
Grein 66 í donsku grundlógini sigur, at stýrisskipan fólkakirkjunnar verður skipað við lóg. Hendan ásetingin frá 1849 hevur ongantíð verið framd beinleiðis í verki, hóast ymiskar royndir hava verið gjørdar at geva fólkakirkjuni eina stýrisskipan og harvið eitt ávíst sjálvræði í viðurskiftunum við statin.
Seinast hetta varð roynt í Danmark var í 2014. Í einum áliti, sum skrivað varð í hesum sambandi, vórðu sett fram ymisk tilmæli, sum skuldu geva fólkakirkjuni størri medávirkan á kirkjunnar innaru viðurskifti og fíggjarviðurskifti. Enn eru tó eingi politisk stig tikin á tí grundarlagnum, sum álitið rør framundir.
Hans Gammeltoft-Hansen, ið var formaður í nevndini sum skrivaði álitið, fer í fyrilestrinum at greiða frá upprunanum til álitið og tess tilmæli – umframt at hann fer at fortelja søguna um hesi viðurskifti síðan 1849. Fyrilesturin skal eftir ætlan eisini varpa ljós á viðurskifti føroysku fólkakirkjunnar og hennara viðurskifti við bæði landið og statin.
Aðalfundurin í Felagnum fyri kirkjuráðslimir verður dagin eftir, 5. mars, í Fríðrikskirkjuni á Toftum.




