Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ganga grýlu við Klaksvíkar sjónleikarafelagi

Klaksvíkar Sjónleikarafelag

Klaksvíkar sjónleikarafelag er ein felagsskapur fyri kreativar sálir, og tað fáa borgarar gleði av. Føstulávintsmánadag gera vit nakað, sum ikki er gjørt fyrr – ikki tað vit vita um, sigur Emry Jo, sum er forkvinna í Klaksvíkar sjónleikarafelagi. Vit skipa fyri føstugongu, og tað gera vit saman við Klaksvíkar dansifelagi og gulu skótunum.

 

Á føstulávint kemur grýlan.

Hugskotið við føstugongu tekur støði í gamlari føroyskari mentan við søgum, sagnum og kvæðum. Hesar gomlu søgurnar, sum vóru púra livandi til kvøldseturnar í roykstovunum kring landið, har børn og vaksin sótu sum á nálum og lurtaðu og sóu bæði huldufólk og trøll fyri sær, vilja vit blása nýtt lív í aftur, og føstulávintsmánadag verða huldufólk, grýlan og aðrar verur aftur livandi fyri fólki. Og óhugnaligar!

Føstugongan byrjar ”á Bakkanum”, har sum Klaksvíkar kommuna nú ger eina hugnaliga lund. Har verður eitt frásøgufólk, sum leiðir gonguna ígjøgnum eina søgu, sum verður søgd ymsastaðni í býnum. Søguna hevur Eyð Matras skrivað. Vit ganga eftir fjøruni allan vegin heim til Biskupstøðgarðin, og tí ræður um at vera væl skødd. Góð klæðir koma eisini væl við, og eru tað grýluklæðir, so er tað enn betri, sigur Emry Jo.

Í fjøruni er eitt sindur myrkt, so børnini kunnu gott hava lummalykt við, men mugu akta, tá frásøgufólkið biður øll um at sløkkja lummalyktina. Og so hjálpur tað eisini at duga hesa ramsuna:

”Myrkur svarta

álva bjarta

vís mær leið”

 

Føstugongan er til børn og ung, men ikki fyri smábørn!

Søgan, sum verður fortald og verður spæld frammanfyri luttakarunum, er óhugnalig – júst sum tað eigur at vera á føstulávint – so hetta er ikki ætlað til tey heilt smáu børnini, men frá skúlaaldri og uppeftir. Av tí at vit ganga eftir fjøruni, mugu tey sum koma við, duga at ganga eftir ósløttu og stundum hálu fjøruni.

Eftirsum at hetta er so óhugnaligt, so eiga foreldrini at koma við børnum teirra. Hettar er allarhelst ikki nakað, ið børnini hava upplivað áður, so hetta er eitt gott høvi at práta við tey um alt tað sum tey síggja og uppliva, sigur Durita Samuelsen Klaksvíkar sjónleikarafelagi. Hon leggur skemtandi afturat, at tannáringar kunnu fylgjast við foreldrum teirra, um foreldrini ikki tora sjálvi.

Á heysti 2019 gjørdi Klaksvíkar sjónleikarafelag ´Ræðsluhúsið`, sum var sera væl umtókt. Tað var bara til vaksin fólk, men nú skulu børnini eisini fáa sítt, sigur Emry Jo, og leggur afturat, at tey ætlaðu at gera ein jólasjónleik, men sum so nógv annað, so bleiv tað eisini forstýrað av koronu. Tá vit sleptu ætlanini um ein jólasjónleik, valdu vit at gera okkurt til føstulávint. At gongan verður úti, passar eisini væl til tilmælini sum eru nú. Vit hava sett sum mark, at í mesta lagi 50 fólk sleppa við til hvørja føstugongu, og tað er tí at øll skulu fylgjast og hoyra tað sum frásøgufólkið fortelur. Vit ganga tí tríggjar føstugongur, sigur Emry Jo – ta fyrstu kl 15, so kl 17 og ta seinastu kl 19. Øll fáa kakao og bollar omaná.

 

Klaksvíkar kommuna stuðlar.

Klaksvíkar kommuna stuðlar tiltakinum, og tað er ókeypis at vera við, men kortini mugu atgongumerki bíleggjast áðrenn. Tað ger mann við at senda eini boð til Klaksvíkar sjónleikarafelag á facebook.