Andras Gango til ÍF, B68 ella Skála í 2014?
András Gango, sum bleiv valdur til ársins leikara í 07Vestur, spælir væntandi fyri nýtt felag i Effodeildini í 2014.
Andras Gango hevur havt eitt so mikið gott kappingarár, hóast 07Vestur flutti niður og endaði langt aftast, at hann bleiv valdur til ársins leikara hjá felagnum. Men tað er longu greitt, at hann heldur ikki fram í 07Vestur.
– Tað einasta sum er avgjørt er, at eg haldi ikki fram í 07Vestur. Eg havi fingið fleiri fyrispurningar, men havi ikki vilja gjørt nakað fyrr enn seinasti dystur var spældur. Eg eri júst komin í bestu árini sum málverji og ætli mær at halda áfram í Effodeildini, sigur Andras Gango við Norðlýsið.
Báðir uppflytararnir B68 og Skála hava óroyndar málverjar og kunnu tí vera uppá tal. Meðan tað í Effodeildini framvegis er ivasamt hjá ÍF, um Jákup Mikkelsen tekur eitt ár afturat.




