12. desember 2015 avráddu Líggjas í Bø, Finn Kjølbro, Archibald Black og Anfinn Kallsberg at stovna Áhugafelagið Nólsoyar Páll við tí endamáli at seta hesum merkismanni, sum livdi sína reystastu tíð her norðuri, eitt virðiligt minnismerki – og longu nú er felagið komið væl ávegis við hesari spennandi verkætlan, sum verður enn eitt gott “brand” fyri Klaksvík.
12. desember 2015 avráddu Líggjas í Bø, Finn Kjølbro, Archibald Black ogAnfinn Kallsberg at stovna ÁhugafelagiðNólsoyar Páll við tí endamáli at seta hesum merkismanni, sum livdi sínareystastu tíð her norðuri, eitt virðiligt minnismerki – og longu nú er felagiðkomið væl ávegis við hesari spennandi verkætlan, sum verður enn eitt gott “brand”fyri Klaksvík.
Áhugafelagið skrivað á heimasíðu sínari, at tað varð ógvuliga skjótt eftirfyrsta fundin, at avgerð varð tikin um at endurbyggja bóndagarðin, sum NólsoyarPáll bygdi sær á Biskupsstøð fyrst í 1800.
Síðani er verkætlanin víðkað til eisini at umfata bakkahjallarnar áBiskupsstøð, og eisini er byrjað upp á nýggja bók um Nólsoyar Páll, sumrithøvundurin Óli Olsen skrivar.
Albert Isfelt, arkitektur, serkønur í gomlum føroyskum byggihátti, hevurhjálpt við tí arkitektoniska, og Archibald Black hevur smíðað model avbóndagarðinum, sum ætlanin er at byggja.
Tað letur seg ikki gera at byggja húsið á somu grundina, sum taðupprunaliga stóð á, tí ein partur av garðinum lá har, sum høvuðsvegur er nú. Tívaldi áhugafelagið at leggja endurbygdu húsini á økið norðan fyri húsini hjáBritu Black og Heimavirkið, ikki langt frá teimum gomlu neystunum og hjøllunum.
Meginpartin av hesum ætlaða grundøkinum eigur Klaksvíkar kommuna, og einpart eigur Brita Black. Áhugafelagið hugsar, at tað hevði verið hóskandi, atkommununnar partur av verkætlanini var at lata grundstykkið og gera taðbyggibúgvið til byggingina.
Áhugafelagið hevur søkt um byggiloyvi og biðið kommununa gera tær neyðugu tillagingarnarí byggisamtyktini fyri økið.
Alt arbeiði í felagnum er lønarleyst, og felagið ásetur einki fastlimagjald. Ístaðin gera limirnir sjálvir av, um teir gjalda einki ella nakað, ognær tað verður gjørt.
Byggikostnaðurin er mettur til góðar 3 mill kr., og roknar felagið við, atmeginparturin av pengunum má fáast frá privatum.
Áhugafelagið miðar ímóti, at húsini standa liðug í oktober 2016, tá iðNólsoyar Páll hevur 250 ára føðingardag.
Ábýráðsfundinum 11. September 2014 samtykti Klaksvíkar býráð at játta nevndalendi til at endurreisa hús NólsoyarPáls við einari tíðaravmarking á 2 ár, og at hetta verður staðsett áBiskupsstøð, eins og ætlan áhugafelagsins leggur upp til.
Sostattbendir nógv á, at garður Nólsoyar Páls nærkast.




