Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gartnari til Eysturkommunu

Eysturkommuna

Hevur tú grønar fingrar og áhuga fyri at skapa, røkja, menna og leggja ætlanir fyri umhvørvið, kunnu vit bjóða tær eitt starv sum gartnari í Eysturkommunu at byrja skjótast gjørligt.

Eitt framtíðarmál, Eysturkommuna hevur sett sær, er at fríðka og at skapa trivna í kommununi. Sum ein part av hesi ætlan vil Eysturkommuna virka fyri, at fríøkir, sniðgøtur, áir v.m. verða meira sjónlig og áhugaverd fyri borgarar, vinnulívið, ferðavinnu og onnur áhugað.

Umframt gartnaraarbeiði, ynskir Eysturkommuna at tann, sum settur verður, hevur førleika og áhuga at skapa grøn øki, sniðgøtur, frítíðarøki og annars karmar rundan um eina kommunu, sum vil menna og skapa eitt gott og ríkt umhvørvi. Eisini fevna uppgávurnar um at fríðka uttanfyri stovnar, skúlar, sambýlir, kirkjugarðar v.m.

Arbeiðið fevnir um:

  • Ábyrgd og røkt av verandi grønum økjum, fríøkjum eins og friðaðum økjum
  • Skapa og evna nýggj øki
  • Luttaka í øðrum fyrifallandi arbeiði og uppgávum
  • Arbeiðið inniber nógvar ymiskar uppgávur á øllum økjum


Ynskiligt er, at tann, ið settur verður:

  • Hevur útbúgving sum gartnari ella tilsvarandi útbúgving og royndir á økinum
  • Gott yvirlit og góð samstarvsevni
  • Hevur royndir við prosjektum, skapa og útinna
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og samskipa uppgávurnar saman við øðrum
  • Góðar eginleika at lurta og samskifta við fólk


Løn og setanartreytir:

Gartnarin hevur tilvísing til rakstrarleiðaran í kommununi.

Starvið verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðgevarafelagið og avarandi yrkisfelag.

Umsókn við møguligu royndum:


Umsóknin, saman við CV, skal sendast til:

Eysturkommunu
Kulibakki 8
520 Leirvík

ella til eystur@eystur.fo

og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. apríl 2017, kl. 12.00.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Agnar Josephsen, rakstrarleiðara, tlf. 730026.