Gróðurstøðin í Hoydølum sóknast eftir fólki til gartnarastarv at byrja 1. september 2017.
Arbeiðið fevnir um plantualing og -røkt, um royndir við plantum, og um ráðgeving
og sølu.
Vit sóknast eftir fólki við gartnaraútbúgving og -royndum, men eisini fólk við aðrari viðkomandi útbúgving og fakligum royndum kunnu søkja. Arbeiðið umfatar av og á skeivar arbeiðstíðir, langar dagar umframt leygardagar.
Løn sambært avtalu millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Meiri fast at vita við at venda sær til Rakul A. Dam, røktaraleiðara, á telefon +298 234363 ella í telduposti til rakuld@us.fo, sí eisini www.us.fo
Gróðurstøðin er partur av Skógrøktini, sum er skipað sum deild á Umhvørvisstovuni.
Umsókn skal sendast Umhvørvisstovuni, og hon skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. juli 2017. Minst til at merkja umsóknina “Gartnari”.
Postadressan er: Traðagøta 38, Postboks 2048, 165 Argir, t-postur: us@us.fo
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo




