Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gary Bailey í Klaksvík

Dávur Winther

Heimskendi málverjin hjá Manchester United í 80’inum, Gary Bailey hevur havt eitt skeið í leiðslu í Eik banka í dag – Skeiðið er komið í lag í góðum samstarvi við Kósina, P/F Hvalnes, Eik og Klaksvíkar kommunu.

Heimskendi málverjin hjá Manchester United í 80’inum, Gary Bailey hevur havt eitt skeið í leiðslu í Eik banka í dag – Skeiðið er komið í lag í góðum samstarvi við Kósina, P/F Hvalnes, Eik og Klaksvíkar kommunu.

Við sær hevði Gary, Rakesh Sondhi, serfrøðingur í praktiskari leiðslu og strategy. Rakesh hevur verið í Føroyum tvær ferðir áður og hildið fyrilestrar. Báðu ferðirnar lurtaðu nógv fólk eftir honum. Sjálvur er hann fyrverandi boksari.

Gary er búsitandi í Suður Afrika og hevur eftir at hann legði handskarnar frá sær, arbeitt sum fyrilestrarhaldari og ráðgevi fyri stórar fyritøkur um allan heimin. Inntriv við Jákup Jensen var so heppin at fáa hann til Føroyar og tí er handa avtalan komin í lag, um at fáa ein áhugaverdan dag saman við málmannslegenduni – ein dag í Klaksvík.

Tá ið Jens Martin Knudsen kom inn um dyrnar, fekk Gary at vita, “That is the man with the bubble hat”. Tá fekk hann eygini rættiliga fyri seg og rætti seg upp og vildi sleppa at heilsa upp henda mannin, hann hevði hoyrt so nógv um – Jú, Gary hevði stóra virðing fyri Jens Martin!


Rakesh og Gary hava saman skrivað bókina “Succeed Under Pressure”. Skeiðið bygdi á hesa bókina, teir eisini hava ferðast víða um í heiminum og hildið skeið og fyrilestrar um og úr.

Fleiri vóru tilvísingar um hvussu Sir Alex plagdi at gera í ymiskum støðum – Um nakar, so hevði skil fyri leiðslu, helt Gary, tí Sir Alex, sum nú 71 ára gamal, nú hann leggur frá sær, kundi vísa á 26 góða ár hjá United við 38 stórsigrum og -heiðrum. Vanligt er, at 33% av venjarunum í høgu deildunum siga upp ella verða sagdir úr starvi innanfyri eitt ár.

Eftir skeiðið spákaðu Gary og Rakesh niðan á vøllin við Djúpumýri og inn á loftið í KÍ-høllini, har teir fingu høvið at heilsa uppá United-fjepparar, sum eisini bóðu sær autograf.

Gary og Rakesh vóru hugtiknir av Klaksvík, sum teir hildu vera ein spennandi og livandi bý, ta stuttu løtuna, teir vitjaðu her.

Harleywoodpaint