Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gáshøvdi gjørt rimar sølu í Scrabster

John William Joensen

Manningarparturin er umleið 50.000 krónur og tá hava teir bert verið úti í fimm dagar

Tá vit fyri løtu síðan tosaðu við skiparan á Gáshøvda, Gunnar Kallsberg var lagið sera gott.
– Vit avreiddu 60.000 pund og stórsti parturin var hýsa. Prísurin var í meðal 18 krónur og 90 oyru og var úrtøkan tí góðar 570.000 krónur.
– Tá vit fóru niður var prísurin í Føroyum um tær 8 krónurnar, so ikki kann sigast annað enn at tað loysti seg hjá okkum at fara niður.
Gunnar sigur at teir royndu norður úr Mikinesi og tá vit tosaðu við manningina lógu teir í Havnini í Skrabster og tóku olju.
– Í løtuni er ódnarveður so vit liggja og  bíðja eftir betri veðrið áðrenn leiðin aftur gongur til Føroya, segði Skiparin á Gáshøvda at enda.
Við Gáshøvda eru fýra mans: Gunnar Kallsberg, Rúni Niclasen, Terji Mikkelsen og Kál Samson.