Jóhan við Neyst, leiðari á vatndeildini hjá Klaksvíkar Kommunu, sigur at hóast turkur hevur verið í ein mánað eru vatngoymslurnar hjá kommununi, serliga í Svarta- og Strandadali fullar av vatni. Orsøkin er at stórar kavafonnir liggja framvegis í fjøllunum norðanfyri.

Húsarhald og virkir í Klaksvíkar Kommunu brúka í meðal umleið 250 tons av vatni hvønn tíma. Hóast liggjandi góðveður og áhaldandi turkur merkist hetta ikki á vatngoymslunum.
– Nógv vatn er framvegis í goymslunum á Fossum og í Svartadali har umleið 60% av vatninum hjá Klaksvík kemur er turkurin ikki farin at merkjast enn.
– Nógv vatn er framvegis í vatngoymslunum. Orsøkin er serliga ein gáva omanífrá, tí tað liggja framvegis sera stórar kavafonnir omanfyri Strandadal og í fjøllunum norðanfyri. Tær innihalda sera stórar mongdir av vatni, so vit hava í løtuni eyka stórar goymslur av vatni, sigur Jóhan við Neyst, sum er leiðari á Vatndeildini hjá Klaksvíkar Kommunu.
Sí eisini nýggja mynd av vatngoymsluni í Strandadali niðanfyri