Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gáva til Sclerosufelagið

Oliver Joensen

Norðoya Sparikassi hevur fingið umleið 15.000 krónur inn í 25 oyrum og verður hetta latið Sclerosufelagnum, sum við hesum hevur savnað tilsamans 110.000 krónur í 25 oyrum.

Í samband við at 25 oyruni ikki longur kunnu brúkast, hevur Sclerosufelagið seinastu tíðina havt yvir 100 bússur standandi ymsastaðni runt alt landið. Peningurin, ið kom inn, verður brúktur til eina verkætlan, hvørs endamál er at finna heilivág til fólk við ólekiligu sjúkuni – Multipel Sclerose.

Fólk hava latið síni 25 oyru í hesar bússur og samlaða upphæddin varð 95.000 krónur fyri allar Føroyar.

Sparikassin hevur gjørt av at lata øll 60.000 25 oyruni, sum eru 15.000 krónur, ið komu inn í sparikassan, til Sclerosufelagið. Tann samlaða upphæddin hjá felagnum kemur við hesum uppá heili 110.000 krónur.

Petra Nysted tók ímóti gávuni frá Norðoya Sparikassa. Petra arbeiðir í sparikassanum og er eisini nevndarlimur í Sclerosufelagnum. Hon er vegna felagið sera takksom fyri stórfingnu gávuna. Petra hevur sjálv sclerosu og nevnir hvussu umráðandi tað er, at peningur kemur til vega, so at granskingar kunnu verða gjørdar og at funnið verður fram til ein heilivág, sum kann hjálpa teimum, ið eru rakt av ólekiligu sjúkuni sclerosu.

Tú kanst lesa meira um Sclerosufelagið og teirra verkætlan á www.sclerosufelag.fo.