Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gávulutir sýnast fram

(Hannefía Joensen)

Føðingardagsgávurnar hjá Klaksvíkar kommunu verða nú sýndar fram í býráðshøllini.

Føðingardagsbørnum líkt hevur Klaksvíkar kommuna fingið hópin av gávum, nú árini gjørdust 100 í tali. Hesar gávur, ið koma frá nær og fjar, verða nú sýndar fram í býraðshøllini næstu tvær vikurnar.

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri vil vegna Klaksvíkar býrað takka øllum fyri vøkru gávurnar og ynskir eisini, at borgarar kommununnar kunnu síggja prýðiligu gávulutirnar.

Býráðshøllin verður opin komandi tvær vikurnar frá kl. 10.00 til kl. 16.00 

www.klaksvik.fo