Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gekk ikki hjá Branduri og hinum í FCK

Danial Viðoy

Champions League í fótbólti: FCK tók í gjárkvøldið ímóti Bayern Leverkusen í CL-playoff dysti. FCK tapti 3-2 í einum undirhaldandi dysti, serliga einum undirhaldandi fyrra hálvleiki, tí tá komu øll málini. Tað verður trupult hjá FCK í útidystinum, sum verður atgongumerkið til bólkaspælið í CL.

Føroyingurin Brandur H. Olsen var við í hópinum hjá FCK, men kom ikki inn á vøllin. – Á staðnum í gjárkvøldið var eisini Norðlýsið.

Tað hendi sera nógv í fyrra hálvleiki. Áskoðararnir høvdu illa nokk sett seg, áðrenn Leverkusen hevði lagt seg á odda. – Og áðrenn áskoðararnir høvdu sett seg orduliga til rættis var 2-1 til FCK. 13 minuttir leiktir og støðan var longu 2-1 til FCK.

Donsku áskoðararnir góvu nógv ljóð frá sær, og var tað næstan eins og at vera til dyst í ensku Premier League. Áskoðaratalið í Parkini í gjárkvøldið var 18.221.

Men hóast FCK fekk dyggan stuðul, megnaðu teir ikki at halda støðuni. Í 31’ minutti javnaði Leverkusen og góðar tíggju minuttir seinni løgdu teir seg á odda 3-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

FCK hevur ikki gott útgangsstøðið til útidystin ímóti Leverkusen. FCK má, ið hvussu er, skorað tvey mál, uttan at Leverkusen skorar, hugsað vit um útivallamál.

Hagtøl frá dystinum síggjast í einari av myndunum: