Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gentubólkur og MTV-dreingir til Summar Festivalin

John William Joensen

Spildurnýggi gentubólkurin Poppkorn og rockbólkurin The Dreams, sum í næstum verður við í eini sendirøð hjá MTV, fara at spæla á Summar Festivalinum.

Talan er um tvey tey heitastu og mest spennandi ungdómsnøvnini í føroyskum tónleiki í løtuni
Summar Festivalurin boðar nú frá, at tvey tey mest lovandi nøvnini í føroyskum tónleiki í løtuni fara at spæla á festivalinum í august.
Poppkorn er ein spildurnýggjur føroyskur gentubólkur, sum spælir lættan popptónleik, og The Dream er rockbólkur, sum er komin rættiliga inn í hitan hjá sjónvarpsstøðini MTV.
Hetta eru tvey spennandi og lovandi nøvn í føroyskum tónleiki, og Summar Festivalurin vil fegin bjóða sínum áhoyrarum hesar bólkar.
Bæði Poppkorn og The Dreams fara at spæla fríggjakvøldið á Summar Festivalinum.

Poppkorn
Poppkorn hevur longu gjørt vart við seg við onkrum einstøkum framførslum í summar.
Sangari er 15 ára gamla Lillian Dalsgaard, og harafurat syngur Elin R. Hansen kór, meðan Jóhanna Mathilda Vidtfeldt og Laila Jacobsen eru dansarar. Tær fýra vinkonurnar av Sandi hava rættiliga sett ferð á ímóti einum veruligum gjøgnumbroti í føroyskum tónleiki.
Tær framføra lættan popptónleik, sum kanska besti føroysku popptónasmiðurin hevur skrivað. Kári Jacobsen er kendur fyri at gera løtt og fangandi poppløg, og hann hevur skrivað tónleikin hjá Poppkorn.
Tað er eitt herligt frískt lot í føroyskum tónleiki, at fýra ungar gentur stovna eina poppbólk. Poppkorn hevur longu havt onkrar framførslur, og tær hava fingið sera góð ummæli fyri hesar framførslur.

The Dreams
Um heilt stutta tíð verður The Dream ivaleyst eitt kent navn millum ungdóm kring Europa og aðrastaðni. Bólkurin er nevniliga við í eini sjónvarpsrøð, sum MTV fer at senda í september mánaði.
Føroyski bólkurin var tíðliga í ár við til eina upptøkuroynd í Danmark, har okkurt um 300 danskir bólkar høvdu bjóðað seg fram til MTV-sendirøðina. 15 bólkar sluppu til upptøkuroyndina, og burtur úr hesum vórðu tríggir bólkar valdir. The Dreams gjørdist ein av hesum.
Síðan gekk leiðin til London, har The Dreams fyri kortum vóru við til upptøkurnar av reality-sendirøðini. Úrslitið av hesum upptøkum verður at síggja á MTV í september mánaði, og tá kemur The Dreams rættiliga fram í ljósið.
Men meðan vit bíða eftir hesari spennandi sjónvarpsrøð, kunnu The Dreams upplivast live á Summar Festivalinum. Har ber til at hoyra bólkin spæla tónleikin, sum fekk teir inn í hitan hjá MTV.
Bólkurin er eitt hálvt ára gamal, og í bólkinum spæla tríggir ungir mans, sum áður hava verið við í øðrum bólkum. Hans Edward Andreasen spælir gittar og syngur, Eirikur Gilstón Corfitz spælir bass og syngur, og Heini Mortensen spælir trummur.