KÍ hevur í summar havt 10 gentulið við í kappingum hjá FSF, og í øllum teimum yngru gentudeildunum vann KÍ heiðursmerki. Harafturat er KÍ nógv tað størsta felagið í gentufótbólti við 10 liðum.
Kvinnurnar hjá KÍ eru besta liðið í føroyskum fótbólti, og tað hava tær verið seinastu sjey árini. Men millum teir yngru kvinnuligu fótbóltsspælararnar stendur eisini væl til, og nógvir góðir spælarar eru á veg upp gjøgnum deildirnar.
KÍ er nógv tað størsta felagið í føroyskum gentufótbólti, og í ár hevði KÍ 10 gentulið við í kappingunum hjá FSF. Hetta var tað mesta av øllum teimum føroysku feløgunum og tvífalt so nógv sum bæði tey stóru feløgini í Havn.
At áhugin er stórur, og nógvir góðir spælarar eru í felagnum, sæst eisini aftur á úrslitunum. Seinastu kappingarnar hjá gentunum vóru fyri góðari viku síðani, og KÍ vann heiðursmerki í øllum teimum yngru deildunum.
Føroyameistarar
Yngsta gentudeildin eitur pinkur, og har var KÍ komið í finaluumfarið saman við B36, GÍ og VB/Sumba. Kappingin var sera jøvn, og áðrenn seinasta dystin kundi KÍ tryggja sær FM við einum sigri á GÍ. Tað gjørdist tó til javnleik, og tað rakk til eitt bronsumerki, sum genturnar eisini vóru sera fegnar um.
Hjá gentum 10-12 gekk enn betri. Eisini har var KÍ komið í finaluumfarið, og í seinasta umfarinum tryggjaði KÍ sær føroyameistaraheitið við einum sigri á B36. Hetta er sama lið, sum undanfarin ár hevur vunnið pinkudeildina.
Hjá smágentum var KÍ eisini við í toppinum. KÍ og HB vóru nógv betur enn hini liðini í deildini, og á seinasta leikdegi var eisini avgerandi dystur millum liðini. Hendan dystin vann HB, og tí vann KÍ silvur í hesi deild.
Samanumtikið eitt framúr gott ár hjá gentufótbóltinum í KÍ. Vit ynskja øllum vinnarunum tillukku við heiðursmerkjunum.
—–
Myndatekstur:
Myndin ovast
KI-G10-12, ger hesa myndina eitt sindur størri enn hinar:
KÍ er føroyameistari í gentum 10-12. Aftan frá vinstru: Bára S. Klakstein, venjari, Betty Vitalis, Katrin Absalonsen, Mina Sirdal, Gudrun Olsen, Maria K. Thomsen, Anna Jakobsen og Tove Sóleheyg, venjari. Framman frá vinstru: Sigrun Sirdal, Gunnrið Joensen, Lydia Marsten, Monica Biskopstø, Tina Joensen og Judith Ellingsgaard
(Myndin i miðjuni)
KÍ smágentur vunnu silvur.
Aftan frá vinstru: Maria Andreasen, Sofía Purkhús, Sølvá Andreasen, Ása K. Thomsen, Rúna Bjartalíð, Una Joensen og Kári Purkhús, venjari
Framman frá vinstru: Svanna Eliasen, Lena Viðbjørg, Louisa Østerø, Jastrið Sivertsen.
Fremst: Ella Petersen
(Myndin niðast)
KÍ vann bronsu hjá pinkum.
Aftan frá vinstru: Elsbet Klakstein, Olga F. Olsen, venjari, Ása Klein Olsen, Ásla Johannesen, Helena Jakobsen, Karina Andreasen og Herdis Maria Anthoniussen.
Framman frá vinstru: Bjørg Elttør, Nikki Albes, Valborg Vang, Hervør Olsen, Lisa Joensen og Ásla Vilhelmsen.




