Í kvøld, mikukvøldið 9. sept. kl. 17:15 byrja kórvenjingar í Betesda við gentum í 3. fl. og yngri, og kl. 18:00 venur tað eldra gentukórið, sum er fyri gentur í 4. fl. og eldri.
Seinasta vetur varð ein roynd gjørd at hava eitt gentukór í Betesda, men komandi vetrarhálvuna verða tað tvinni gentukór, sum fara at royna seg.
Kórini fara at venja hesar tíðir:
Yngra gentukórið, 3. flokkur og yngri:
mikudagar kl. 17:15 – 18:00
Eldra gentukórið, 4. flokkur og eldri:
mikudagar kl. 18.00 – 19:15
(kelda: www.betesda.fo)




