Sunnukvøldið klokkan seks verður familjumøti í Betesda, har tvey gentukór fara at syngja. Nátturði verður aftaná.
Sunnukvøldið verður høvi at hoyra gentukórsang í Betesda á møtinum klokkan seks, sum hesaferð verður eitt familjumøti.
Tí verður nógvur sangur á skránni, og eisini felagssangur.
Ein søga verður til børnini, og ein tala er eisini á skránni.
Eftir familjumøti verður nátturði, sum foreldrini hjá gentunum í gentukórunum skipa fyri.




