Amerikanski forsetin, George Bush og senatorurin Hillary R. Clinton eru aftur í ár, sambart Gallup, tey sum flestu amerikanarar síggja upp til.
Vanliga standa forsetar seg væl í kanningini sum Gallup ger ímillum amerikanarar á hvørjum árið. George Bush hevur verið nummar eitt síðani hann bleiv forseti, men í ár hevði hann tó lægstu undirtøkuna, síðan hann bleiv forseti.
Hann fekk 10% av atkvøðunum og nummar tvey gjørdist Bill Clinton, sum var tvey prosent aftanfyri forsetan.
Millum kvinnurnar var Hillary Clinton nummar eitt við 18% av atkvøðunum og hetta hevur hon verið síðan 2002. Í 2001 var tað laura Bush sum var best umtókta kvinnan.
Hillary vann heigurin í ár beint framman fyri nøsini á Oprah Winfrey sum hevði 16% og á triðja plássinum kom amerikanski uttanríkisráðharrin Condoleezza Rice við 5 %.
Tað er amerikanska deildin hjá Gallup sum á hvørjum árið kannar hvør er "Most Admired American"




