Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Georgia-Føroyar 2-0

Jákup Ósá

Kl. 10.00 byrjaði dysturin millum Georgia og Føroyar, sum verður spældur á Malta.

Dysturin kann fylgjast á heimasíðuni hjá UEFA. 15 minuttir eru farnir í skrivandi løtu og støðan er 0-0, men Føroyar hava verið betra liðið higartil við fimm royndum á og uttanfyri málið, meðan Georgia bara hevur havt eitt. 
Frá fólki á staðnum ljóðar, at eftir eina lívliga byrjan hjá føroyska liðnum, so gongur spælið mest fyri seg á miðvøllinum nú 20 minuttir eru farnir. Framvegis 0-0.
Fylg eisini dystinum HER
22 min.: Georgia hevur lagt seg á odda 1-0 uppá fríspark. Mynd er viðheft niðanfyri av støðuni.
Hálvleikur: 1-0 til Georgia. Føroyar spæla við tveimum álopsleikarum og tað gevur pláss til Georgia í snarálopum og einu ferðina var vandi á ferð, tá leikari gjørdist leysur við føroyska málverjanum, men mál kom ikki burturúr støðuni. Hagtølini siga, at føroyska liðið hevur fleiri royndir enn Georgia, so enn er dysturin rættuliga opin. Hjá Føroyum hevur lyklaleikarin Heidi Sevdal verið darvað av skaða og fingið viðgerð, men hon hevur spælt allan hálvleikin.
50 min.: Føroyska liðið trýstir og fær hornaspark. Men tað eydnast ikki at spæla seg til nakran stóran møguleika.
87 min.: Næstan liðugt og framvegis 1-0 til Georgia. Av Malta frætta vit, at Føroyar áttu upplagt brotsspark í 66. minutti, men tað bleiv tíverri ikki dømt.
89 min.: 2-0 til Georgia og dysturin er helst avgjørdur.
Liðugt: Tað endaði 2-0 til Georgia. Hóast Føroyar høvdu fleiri skot á mál enn Georgia, so var trupult at spæla seg til upplagdar møguleikar og málverjin hjá Georgia hevði ikki nógvar stórbjargingar. Føroyar áttu sum skilst sólarklárt brotsspark, sum ikki bleiv dømt um miðjan seinna hálvleik. Tá var støðan 1-0 og tí kundi tað enda øðrvísi.