Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Ger okkurt – hugsa minni”

Tíðindaskriv frá Vinnulívsráðnum í Klaksvík

P/F LookNorth byrjaði í 2001 at gera kassar til alivinnuna og hevur síðani tá ment og brotið burtur úr nýggjum tíggjutals lutir bæði innan ali- og fiskivinnuna og byggitilfar í plasti o.ø.

At netverksfundurin hjá Vinnulívsráðnum, sum er fjórði í røðini í ár, sum hesaferð var hjá fyritøkuni P/F LookNorth , har vinnan møtir vinnulívsfólki, fór at verða áhugaverdur, var ongantíð nakar ivi. Har var eisini góð uppmøting.

Yvirskriftin kann tykjast eitt sindur sarkastisk, serliga tá fyritøkan P/f LookNorth í 17 ár hevur “Gjørt nógv og hugsa meiri”. Ein íverksetarafyritøka, sum fór ígjøgnum eina holla byrjan við uppgangstíð fyri síðani eitt stutt skotbrá í vinnuligu kreppuárunum seinast í 2000 at stríða seg ígjøgnum afturgongd, fyri síðani at fáa avlop seinastu átta árini og soleiðis upparbeitt sær ein góðan eginkapital við einum 20 millióna umsetningi ídag og einum arbeiðsplássi við 10 fólkum.

P/f LookNorth byrjaði í 2001 at gera kassar til alivinnuna og hevur síðani tá ment og og brotið burtur úr nýggjum tíggjutals lutir bæði innan ali- og fiskivinnuna byggitilfari í plasti o.ø.

Hóast eydnan í dag er við var eisini mótrák

Árni Skaale, stjóri greiddi frá tí søguliga og produktiónini gjøgnum hesi 17 árini, meðan Ragnar O. Sundstein, roknskaparleiðari og sølustjóri greiddi frá fíggjarligu gongdini.

Greitt var frá útbygging av hølum – einum 2.000 fermetrum – nýútvegan av kostnaðarmiklum maskinum og tólum, hvussu formar vórðu framdir, eksperimentum við nýggjum vørum, sum bæði slóu ígjøgnum men eisini í onkrum førum, har tað eydnaðist minni væl.

Her hava vit eina íverksetarafyritøku, sum hevur ment nógvar vørur við samstarvi við aðrar fyritøkur, byggifyritøkur, skipsfyritøkur og aðrar.

Umframt heimamarknaðin útflyta teir eisini til Noregs, Ísland, Kanada, Spania, Grønlands og Danmarkar.

Pf LookNorth er ídag ein fyritøka í menning. Her kann síggjast eitt íverksetara-umhvørvi við nýhugsan! Tilber at fara inn á heimasíðuna www.looknorth.fo.

Komandi Netverksfundur

Komandi Netverksfundur hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík verður týsdagin 25. oktober 2016 í Íverksetarahúsinum á Garðavegnum 57.

Hesin Netverksfundurin hevur skránna:

1. Virksemið hjá Íverksetarahúsinum

2. Hví er tað týdningarmikið fyri samfelagið og vinnuna at nýggir íverksetarar “síggja dagsins ljós” og koma í gongd. Hví er tað týdningarmikið at hetta hendir í samstarvi við vinnulívið.