Meðan meira og minni anarkistiskar forskúlaverkætlanir eru farnar at spretta runt um í landinum…-situr landsstýrismaðurin í mentamálum og ger – onki!
Meðan meira og minni anarkistiskarforskúlaverkætlanir eru farnar at spretta runt um í landinum og altforskúlakjakið er um at fara av kós og flyta seg yvir í runublaking millum tey,sum eru forsprákarar fyri forskúlum, og tey, sum eru ímóti, siturlandsstýrismaðurin í mentamálum og ger – onki!
Hvønn Bjørn Kalsø ræðist meira, lærararnarella kommunurnar, er ilt at siga, men vit kunnu staðfesta, at hann ikki hevurkallað dagstovnaráðið aftur til fundar, eftir at kommunufeløgini beinanvegin ífjør saboteraðu tann allar fyrsta fundin hjá ráðnum við ikki at loyvaráðslimunum at møta til fund í arbeiðstíð, og at bert fólkaskúlaráðið gertilmæli um forskúlarnar.
Pedagogarnir verða í øllum førum ikki hoyrdir,og har sum forskúlarnir longu hava sæð dagsins ljós innan skúlagátt, erpedagogiskt fakligi leikluturin sekunderur í mun til tann skúlafakligaleiklutin.
Almenna myndin av forskúlaproblematikkinum er eisinivorðin ógvuliga svørt-hvít, tí evsti myndugleikin, Bjørn Kalsø,landsstýrismaður í mentamálum, ikki ger sítt arbeiði og gongur á odda at fáaeitt fakligt kjak í gongd. Úrslitið er, at allar nyansurnar hvørva, og eftirstendur bara spurningurin, hvørt ein er fyri ella ímóti forskúlum.
Eg taki sum forkvinna í Føroya Pedagogfelag ongaavgjørda og svart-hvíta støðu fyri ella ímóti forskúlum, men eg krevji, at vitverða væl og virðiliga hoyrd, og at avgerðirnar verða tiknar á einum haldgóðumfakligum grundarlagi. Ongin kunngerð eigur at setast í verk ella nakaðlógarverk smíðast, fyrr enn vit hava havt eitt veruligt og djúptgangandi fakligt– og fólksligt – kjak um hetta.
Tað, ið landsstýrismaðurin sum tað fyrstaeigur at gera, er, at fáa dagstovnaráðið at virka aftur, so tað kann verða taðráðgevandi pedagogiska toymið, ið upprunaliga ætlanin var við tí, og sum soharðliga brúk er fyri, um stór inntriv og stórar broytingar skulu gerast ápedagogiska arbeiðsøkinum.
MaudWang Hansen
Forkvinna
Føroya Pedagogfelag




