Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gera ein yvirskipaðan fartelefonpolitikk

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur sett Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum soljóðandi spurning

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur sett Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum soljóðandi spurning

1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er ein bági fyri miðnámsskúlaskipanina, tá 66% av næmingunum í Hoydølum siga, at fartelefonin órógvar skúlagongdina?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera ein yvirskipaðan fartelefonpolitikk fyri fólka- og miðnámsskúlarnar?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at kanna, um samanhangur er millum fartelefonnýtslu og sálarligu heilsuna hjá miðnámsskúlanæmingum?

Viðmerkingar Í greinini “Telefonin – ein vaksandi trupulleiki?”, sum stóð at lesa í “Ó” blaðnum, dagf. 30.03.2017, ásannaðu 66% av næmingunum í Hoydølum, at fartelefonin órógvaði skúlagongdina. Meir enn helvtin av næmingunum, 58%, ynskti at brúka fartelefonina minni.

Kanningin kom í kjalarvørrinum av, at leiðslan og næmingaráðið í Hoydølum skipaðu fyri átakinum telefonfríur mánaði. Endamálið var m.a. at hjálpa næmingum at fylgja betur við í tímunum og sleppa undan tí órógv, sum telefonin er í skúlastovuni og finna útav, hvussu tengdur ein veruliga er at telefonini hjá sær.

Fyrivarni skal takast fyri kanningini, tí hon byggir bert á miðnámsskúlan í Hoydølum, men tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá hildið verður uppá, at aðrir skúlar í land-inum dragast við somu avbjóðingum.

Tað kann eisini hugsast, at samanhangur er millum nýtslu av fartelefonum og sálarligu heilsuna hjá skúlanæmingum. Í áðurnevndu grein verður somuleiðis víst til eina kanning frá 2013, har 90% av øllum lesandi í Føroyum svaraðu, at tey vóru á Face-book í skúlatíðini. Har av 43% vóru online allatíðina, og 38% minni enn tríggjar tímar.

Fólkaheilsuráðið gjørdi eina kanning í 2015, har sjóneykan var sett á sálarligu heils-una í Føroyum. Kanningin vísti, at 18% av teimum spurdu vóru í sálarligum vanda-bólki. Av teimum vóru 25% í aldursbólkinum 18-29 ár.

Í greinini “Fólkaheilsan fylgir tíðini”, ið stóð í “Ó” blaðnum 29. november 2016, svaraði Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, upp á spurningin hvørt sosialu miðlarnir vóru við til at reingja sjálvsfatanina hjá ungum, at: “Vit gita, at so er, men vita ikki, hóast indikatiónir í kanningum uttanlands um at sokallaðu sosialu miðlarnir hava neilig árin á sálarligu heilsustøðuna.“ Tí verða spurningarnir omanfyri settir.

Harleyfacadeacryl