Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gera eina roynd við livandi fiski í svimjihyli úti í Grøv

John William Joensen

– Eg haldi, at tað er eina roynd vert at geva tí náttúruvakra umhvørvinum við viðarlundina úti í Grøv nakað nýtt og spennandi aftrat, so tað kann verða til gleði og trivnað fyri enn fleiri fólk og familjur, sigur Eyðstein Ó. Poulsen, býráðslimur, sum saman við øðrum monnum í Føroya Sjómannadegi hevur arbeitt við hesum tankanum í nøkur ár.

 – Eg haldi, at tað er eina roynd vert at geva tínáttúruvakra umhvørvinum við viðarlundina úti í Grøv nakað nýtt og spennandiaftrat, so tað kann verða til gleði og trivnað fyri enn fleiri fólk ogfamiljur, sigur Eyðstein Ó. Poulsen, býráðslimur, sum saman við øðrum monnum íFøroya Sjómannadegi hevur arbeitt við hesum tankanum í nøkur ár.

 

Í samband við Føroya Sjómannadag í 2013 er eitt uppskotkomið um at seta livandi fisk út í tann størra hylin við viðarlundina úti íGrøv. Í fyrsta umfari verður lagt upp til at gera eina roynd í tríggjarmánaðar.

Ein av monnunum aftan fyri Føroya Sjómannadag er EyðsteinÓ. Poulsen, sum í november varð valdur í býráðið.

– Royndirnar hjá okkum á Føroya Sjómannadegi hava sodyggiliga víst, tað tað hevur stóran áhuga hjá serliga børnum, men eisini hjávaksnum, at síggja og uppliva livandi fisk, sigur Eyðstein, sum fegnast um, atbýráðið higartil í viðgerðini av málinum hevur tikið so væl undir við tí.

 

Ein gamal tanki

– Tað er altíð ringt at siga frammanundan, hvussu eittslíkt fiskahald fer at roynast í verki, og tí verður lagt upp til at gera eina3 mánaða roynd í summar við at hava livandi fisk í størra svimjihylinum viðviðarlundina úti í Grøv, sigur Eyðstein, sum leggur aftrat, at hetta ikki ernakað nýtt, sum teir júst hava funnið uppá.

– Sum ikki einaferð, so er tað Niclas Heri Jákupsson, sumer komin við hesum hugskoti, og bæði í sambandi við Føroya Sjómannadag og íøðrum høpi hava vit í nøkur ár tosa saman um og hugt at, hvar í kommununi taðeru frægastir møguleikar fyri at hava livandi fisk gangandi, og har hevurumhvørvið úti í Grøv fleiri ferðir verið frammi sum ein møguleiki, sigurEyðstein Poulsen.

Málið hevur nú verið fyri í avvarðandi nevndum, og verðurhóskvøldið lagt fyri býráðið til støðutakan, um hendan royndin skal gerast ísummar.