Leygardagin var nógv rokan á Skúlatrøð, tá ið lærarar og næmingar gjørdu klárt til árligu framsýningina hjá Klaksvíkar Kvøldskúla og Føroya Handarbeiðsskúla, sum verður sunnudagin 1.
Tað verður ein fjøbroytt framsýning, har m.a. málningalist, horn- og silvursmíð, glaslist, brodering, veving og annað verður víst fram. Eisini verða próvhandanir og tónleikur.
Linedansur og fitnessdansur er eisini á skránni. Í kjallaranum er leskilig heilsukafé, sum selur ymiskt fyri ein lagalagan prís.
Her eru nakrar myndir frá leygardegnum, tá ið tey gjørdu klárt.
Skráin er hendan:
15:00 Framsýningin letur upp
16:00 Tónleikur
16:45 Próvhandan
17:00 Framsýning av føroyskum klæðum
17:30 Linedansur
18:00 Fitnessdansur
20:00 liðugt




