Nógv virksemi var á Skúlatrøð í dag, tá ið lærarar og næmingar á Kvøldskúlanum og Handarbeiðsskúlanum riggaðu til
Sunnudagin 1. mai er framsýning aftur fyri fyrstu ferð í tvey ár. Síðani seinast er nýggj miðhøll komin á Skúlatrøð, so hesaferð verður framsýningin skipað í báðum hallunum. Málningalist hjá Archibald er í niðaru høllini, og restin er í ovaru høllini.
Skráin fyri dagin er:
15:00 Framsýningin letur upp
16:00 Harmonikutónar
16:30 Kvinnukórið Suð
16:45 Klaksvíkar Manskór
17:00 Borgarstjórin sigur nøkur orð
17:05 Livandi framsýning við føroyskum klæðum
19:00 Framsyningin endar
Kaffi og okkurt afturvið kann keypast fyri ein rímiligan pening (einans kontant søla)
























