Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gera økið klárt til íbúðirnar við Mylnutún

Jákup Ósá

Tað var nógv virksemi við Mylnutún í góðveðrinum í morgun, har tað verður gjørt byggiklárt til vardu íbúðirnar, sum eftir ætlan skulu standa lidnar á heysti 2014.

Íbúðirnar eru ætlaðar til fólk við skerdum førleikum. Fyr í ár setti Annika Olsen spakan í. Klaksvíkar Kommuna stendur fyri at fáa økið byggiklárt, meðan almannamálaráðið síðani tekur yvir at fáa íbúðirnar klárar.