Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gera skrásetingarstøð 1780 metrar inni undir háfjalli

John William Joensen

Tað hevur ikki gingið so skjótt framá við borð-ingini av Norðoyatunnlinum Borðoyarmegin seinastu tíðina og orsøkin er at skrásetingarstøðin gevur nakað av meirarbeiði.

P/F Norðoyatunnilin ætlar at broyta nakað uppá gjaldsskipanina í Norðoyatunnlinum í mun til hana í Vágatunnlinum.
Ætlanin er, at ein ómannað skrásetingarstøð skal gerast einar 1800 metrar inni í fjallinum. Gjaldsskipanin skal síðani virka á tann hátt, at bilar skulu ikki steðga á, men bara koyra ígjøgnum. Tá tað kemur til sjálva gjaldingina, so vera fleiri møguleikar. Ein er at ein teknar seg til eina avslátturskipan við einum kubba, sum skrásetingarstøðin inni í tunnlinum síðani skrásetur hvørjaferð ein koyrir ígjøgnum og peningurin verður sjálvvirkandi tikin av eini konto sum avtalað er um.
Um ein ikki hevur kubba, so ber eisini til bara at koyra ígjøgnum, tá vera myndir tiknar av akfarinum og viðkomandi hevur tá tveir møguleikar at velja ímillum at gjalda. Antin kann hann fara á eina Shell ella Statoilstøð at avroknað beinanvegin eftir at koyrt er ígjøgnum tunnilin, ella eisini kann viðkomandi bert bíða til rokningin kemur og síðani gjalda fyri túrin ígjøgnum tunnilin.
Dávur Reinert Hansen, stjóri á Norðoyatunnlinum sigur, at tað efir ætlan eisini fer at bera til at brúka sama kubba í Vágatunnlinum.
Hann sigur, at skrásetingarstøðin skrásetur eitt nummar frá kubbanum og um ein hevur avsláttaravtalu í Norðoyatunnlinum, so er ikki neyðugt at hava avtalu við Vágatunnilin, um hesin seinni tunnilin eitt nú verður lítið brúktur, men hinvegin skal kunna koyrast ígjøgnum Vágatunnilin og síðani verður gjaldið tikið av somu kubbakonto.
Orsøkin til at arbeiðið við hesi skrásetingarstøð inni í tunnlinum hevur givið nakað av eykaarbeiði er, at tunnilin skal gerast nakað hægri har sum skrásetingarstøðin er fyri at geva pláss fyri tí neyðugu teknisku skrásetingarskipanini.