Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gerard fær fullan stuðul úr Sandoynni

Oliver Joensen

Maðurin við næstflestum atkvøðum hjá Javnaðarflokkinum, Gerard Lognberg, fær fullan stuðul frá Sandoyar Sýslu javnaðarfelag.

Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag gevur Gerard Lognberg sín fulla stuðul í stríðnum við at fáa fast samband millum Sandoy og Meginøkið.
Vit mótmala harðliga tað viðfer hetta mál hevur fingið í løgtingið og ikki minst í landstýrinum.
Okkara áheitan á tykkum politikkarar, latið Skalafjarðartunnilin fáa fri í tí høpi tað var, latið tey sum ynskja at gera tunnilin har, fáa fri við síni verkætlan, fari ígongd við Sandoyartunnilin sum tit sjálvir hava samtykt.
Gevist við at seta fólk og oyggjar uppí mótið hvørjum øðrum.
Sandoyggjin er alt ov góð og virðis mikil at blíva avtofta. Vit krevja bert tey somu rættindi sum onnur fólk í Føroyum.

Við Javnaðarkvøðu
Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag

Harleywoodpaint