Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gerber: Orka, fysikkur og høg leikferð fara at eyðkenna dystin

Jákup Ósá

Anders Gerber, høvuðsvenjari hjá NSÍ, sigur, at liðini kenna hvønn annan so mikið væl, at….

Anders Gerber, høvuðsvenjari hjá NSÍ, sigur, at liðini kenna hvønn annan so mikið væl, at tað verður trupult at koma við nøkrum óvæntaðum.

Í fjør spældu KÍ og NSÍ fimm ferðir ímóti hvørjum øðrum í lands- og steypakapping, og tað koma tey eisini at gera í ár. Tí eru hetta liðini, sum hesi bæði árini oftast hava spælt ímóti hvørjum øðrum. Og tað ger, at pláss neyvan verður fyri at gera nakað óvæntað, heldur NSÍ venjarin Anders Gerber.

– Eg vænti, at sum útgangsstøðið fer dysturin at minna nógv um 2-2 dystin millum liðini fyrr í ár. Ein dystur við nógvari orku, fysikki og høgari leikferð. Hetta eru liðini, sum koma at spæla oftast móti hvørjum øðrum bæði í 2016 og 2017, og tí er trupult at koma við nøkrum óvæntaðum hjá nøkrum liði. Síðsti dysturin var á nógvum parametrum øgiliga javnur, so at ein deyðbóltur, ein vánalig rudding (clearing) ella eitt lítið mistak kann blíva avgerandi faktorur fyri útfallið av dystinum. Í mun til síðsta dyst, so vóna vit, at vit kunnu vera meir á bóltinum, og tí kunnu stýra dystinum í størri mun við bóltinum. Men vit eru tilvitaðir um, at tað eru ikki bara vit, ið avgera tað. Fyri at røkka tí, so mugu vit duga betri at seta okkara sentralu miðvallaleikarar í góðar støður enn í síðsta dystinum, sigur Anders Gerber við Norðlýsið.

KÍ og NSÍ spæla fyrru hálvfinaluna í Klaksvík mikukvøldið kl. 18.00.