– Tað er langt úti at tvangsflyta Skálafjarðartunnilin undir almennar veingir, sigur Gerhard Lognberg
Sandoyartingmaðurin var ikki leingi á fundi við Javnaðarflokkin í dag.
– Eg greiddi frá mínum sjónarmiðum og greiddi frá at um samgongan var samd um at báðir tunnlarnir skullu á fíggjarlógina – so at vit byrjað arbeið upp á báðar í senn í 2009 ella 2010, so var tað í lagi frá mínari síðu.
– Javnaðarflokkurin kennur mína støðu so eg helt tað verða líka gott at tey sluppu at tosað saman uttan at eg var við á fundinum.
– Nú bíði eg eftir niðurstøðuni hjá flokkinum og seinast eg visti var ætlanin at taka eina avgerð á samgongufundi í morgin.
Sandoyartingmaðurin sigur seg ikki skilja hví tað skal verða so umráðandi, at tað almenna eisini ger Skálafjarðartunnilin.




