sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, tí sandoyartingmaðurin hevur eina løgtingslóg í rygginum, sum ein stórur partur av samgonguni hevur verið við til at samtykkja
– Løgtingið samtykti fyri fáum mánaðum síðan at farast skal undir Sandoyartunnilin 1. november 2009.
– 23 tinglimir atkvøddu fyri og millum teir var ein stórur partur av teimum politikarunum sum mannað samgonguna sum situr í dag.
– Gerhard Lognberg heldur fast um hesa lógina og uttan at takað støði fyri ella ímóti, so má ein siga at sandoyartingmaðurin stendur sterkur politiskt og moralskt.
– Tú kanst jú ikki samtykkja eitt í dag og annað í morgin – tí hvar er moralurin, tignin og álitið hjá løgtinginum um so verður.
– Ætlar samgongan á ein ella annan hátt at broyta løgtingslógina um Sandoyartunnilin – so vænti eg at stórur partur av samgongulimunum fáa ein trupuleika.
– Teir hava jú sjálvir atkvøtt fyri lógini og hvar er so trúvirðið.
– Hetta er ikki bert galdandi fyri Javnaðarflokkin, men eisini fyri hinar samgonguflokkarnar – tí tað kann ikki verða moralskt forsvarligt at politikarar bert fimm mánaðar eftir at ein lóg er gjørd í løgtinginum, standa fram og siga at tann lógin skuldi ikki takast fyri fult.
– Javnaðarflokkurin kann heldur ikki síggja burtur frá at Gerhard Lognberg fekk næstflest atkvøður á javnaðarlistanum og at hann fekk nógvar atkvøður uttan fyri Sandoynna.
– Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava staði sterkir í Sandoynni, men hetta fer vantandi at broytast velur samgongan at síggja burtur frá løgtingslógini.
– Hetta málið er ein trupuleiki hjá allari samgonguni.




