Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gerhard trekkir stuðul sín til samgonguna aftur

John William Joensen

– Eg fari ikki at sita á aftasta beinki og bara atkvøða fyri tí, sum samgongan kemur við, tí eg kenni meg vanvirdan og niðurgjørdan av samgonguni, segði Gerhard Lognberg

– Tað er samgongan sum ikki hevur hirt, at tosað við sínar samgongu limir. Eg kenni meg vanvirdan og tað harmar meg at ein slík verkætlan sum Skúlin á Marknagilið skal líða undir hesum.

– Eg haldi tað er gott at tann verkætlanin verður fram – men eg kann ikki verða við longur – tá ein kennir seg vanvirdan.

– Eg skal gera heilt greitt at eg fari ikki at sita á aftasta beinki og atkvøða við samgonguni.

– Eg havi verið við til at atkvøtt stór mál ígjøgnum hesi sjey árini eg havi sitið á tingið – mál sum hava havt stóran týdning fyri føroyingar kring alt landið.

Dálkaðu og vanvirdur

Gerhard vísti á at hann í øllum hevur verið ein loyalur samstarvsfelagið og samgongulimur tey ár hann hevur sitið í tinginum – men at hann í dag kennir seg dálkaðan og vanvirdan av samgonguni.

– Eg havi arbeitt so mikið í politikki, at tá løgtingð hevur samtykt eina verkætlan so hevur tingið samstundis gjørt eina ræðfesting.

– Men tá ein samgonga velur at síggja burtur frá eini løgtingssamtykt og leggur lógaruppskot fyri tingið, sum leggja forðingar í vegin fyri øðrum verkætlanum – eri eg ikki við longur.