Tað er ongin loyna, at Klaksvíkar kommunu ikki er fíggjarliga væl fyri løtuni og útlitini eru ikki serliga bjørt beint nú.
Kósavirkið er framvegis lukkað. Hetta er sera óheppið og hevur keðiligar ringvirkningar við sær.
Her má og skal okkurt gerast fyri, at vit koma fyri okkum aftur. Klaksvíkar kommuna hevur ikki fíggjarligu orkuna í løtuni, og tí mugu allar góðar kreftir nú lyfta í felag. Havi áður nevnt, at landið skal gera íløgur her norðuri, sum skapa arbeiðspláss og vil eg framvegis minna okkara løgtingsumboð á hetta. Tað eru 22 mill kr. settar av til tunnil norð um fjall og er hetta eitt stig rætta vegin, men hví verður t.d. ikki byrjað uppá Trygdarmiðstøðina beinanveg.
Teir seinastu mánaðirnir eru umleið 200 fólk blivin arbeiðsleys í kommuni. Vit hava arbeiðsloysisstuðulin og er hetta ein góð hjálp, men ikki nóg mikið. Borgarnir hava eisini rætt til eitt meira virðiligt lív, har tey sleppa til arbeiðis.
Um ikki okkurt verður gjørt nú, sum fær gongd á aftur, so verður støðan ikki góð. Handlar og aðrar vinnur, sum eru tengdar at fiskivinnuni merkja niðurgongdina sera væl.
Vit hava áður upplivað, at Kósavirkið lat aftur. Hetta merktist so væl í býnum, at henda uppliving situr fast hjá teimum, sum upplivdu hesa tíðina.
Nú er so Kósavirkið enn einaferð lukkað. Sjálvt um røddir hava verið frammi um, at tað ikki hevði so stóran týdning um Kósavirkið lat aftur, so upplivað vit í dag í veruleikanum fullkomiliga tað øvugta. Hetta ávirkar øll í býnum, um vit vilja tað ella ei.
Onnur lond hava eisini fíggjarkreppu í løtuni, og hava gjørt ymsar bjargingarætlanir, og tað er tann vegin vit eisini skulu. Í Danmark t.d. verða íløgur spjaddar runt alt landið, tí har hevur stjórnin sæð, at hetta er gongda leiðin, nú tað privata ikki er væl fyri.
Um onki verður gjørt, so skal man verða heilt vísur í, at alt samfelagið steðgar upp, samstundis, sum svartskygni ikki bjargar nøkrun.
Fokus er nú sett á eldraøkið í Føroyum. Hví ger landið so ikki einsamalt íløgur í ellis- og røktarheim, flestu kommunur megna tað ikki, sum er. Her sleppa fólk til arbeiðis beinanvegin, samstundis, sum vit um fá ár hava nøktað tørvin á røktarheimsplássum. Nú tað ikki er so nógvur aktivitetur í samfelagnum blívur byggingin heldur ikki so dýr.
Løgmaður sigur, at vit eiga nógvan pening í ymsum grunnum. Hevur løgmaður ætlanir um at nýta hendan peningin ella part av honum til at gera íløgur við runt landið, ella hvussu …?
Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen.
Býráðslimur í Klaksvík.




