“Tað sum hevur týdning fyri kundan, hevur eisini týdning fyri meg. Minnist til hetta”. Tað var ein av heilsanunum, sum Sámal Sivertsen frá Skansi Offshore hevði at bera nýklaktu skiparunum og skipsatstøðingunum á Sjónámi fríggjadagin.
Sámal Sivertsen segði, at fyrr vórðu mansevnini hjá sjómonnum máld eftir, hvør ið orkaði at lyfta bobbens, men tað var ikki altíð at teir sterkastu vóru teir bestu menninir umborð.
”Tá eg fór við flakatrolara í Barentshavinum, tá fekk eg annað at síggja. Teir, sum vóru raskastir, vóru ofta teir lítlu og kviku, og vit aðrir høvdu ongan kjans, tá vit stóðu og reinskóru ella tá vit pakkaðu fløkini í eskjurnar.”
Ein annar góður eginleiki umborð á skipi er at duga at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi. Sámal Sivertsen segði frá egnum royndum, at ein góður starvsfelagið var tann, sum var fittur, blíður og sum hjálpti teimum nýggju at seta seg inn í arbeiðið og lívið umborð.
”Teir, sum hjálptu vóru ikki altíð teir raskastu, men merkiligt nokk, so vóru hesir menn altíð biðnir aftur, tí teir vóru við at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi umborð,” segði hann.
Veruligu dygdirnar standa ikki í próvnum
”Fiskur spyr ikki eftir karakteri, bleiv ofta sagt tá eg gekk uppá skúla. Eg kann heilsa og siga, at tað gera sjómenn og flestu reiðarar heldur ikki,” segði Sámal. Hann vísti á, at tað er tá næmingarnir koma umborð á skipini aftur, at teir skulu prógva sínar veruligu dygdir.
“Keyparin er gott greiður yvir hvørji skip hava góða góðsku, og hvørji skip ikki hava góða góðsku. Ein dugnaligur fiskakeypari, hyggur ikki bert eftir, hvat skip talan er um, hann hyggur eisini eftir, hvør er skipari,” segði Sámal.
Heilsa, trygd, umhvørvi og góðska
Í frálandavinnuni verður ofta tosað um hugtøkini heilsa, trygd, umhvørvið og góðska. Eingin skal koma til skaða umborð, trygdin skal vera í hásæti, umhvørvið skal dálkast sum minst, og síðani skal kundin fáa meiri enn hann hevur í væntu.
Sámal Sivertsen segði, at nógv av hesum er eisini komið til aðrar vinnugreinar, so sum fiskivinnuna. Tað eiga allir skiparar at hava í huga, og tí heitti hann á allar nýklaktu skipararnar og skipsatstøðingarnar um at leggja sær í geyma at gera tingini væl.




