– Eg segði við hann, at hann mátti ikki fara til Arsenal.
– Eg segði við hann, at hann mátti ikki fara til Arsenal.
Luis Suarez fór í summar frá Liverpool til Barcelona fyri 75 milliónir pund. Men í fjør var hann settur í samband við Arsenal fyri 40 milliónir pund, og tá vísti einki annað felag stóran áhuga. Tá hevði hann eisini eitt leikbann hangandi yvir sær sum gjørdi, at hann misti fyrsta partin av kappingini. Suarez vildi sjálvur sleppa avstað, men Liverpool noktaði at selja og Suarez hevur seinni sagt, at Liverpool liðskiparin eisini var avgerandi fyri, at hann bleiv verandi í Liverpool.
– Hansara dreymur hevur altíð verið at spælt fyri Real Madrid ella Barcelona. Síðsta summar var hann úti í kuldanum og vandi fyri seg sjálvan. Tá segði eg við hann: Ikki fara til Arsenal. Við allari virðing fyri teimum, so segði eg við hann, at hann var ov góður til Arsenal. Eg segði við hann, at skoraði hann 30 mál og bleiv valdur til ársins leikara, so komu Barcelona og Real Madrid aftur við áhuga. Eg havi royndir av teimum feløgunum og tey koma aftur, um tú spælir væl. Mín stóri dreymur var at spæla við Liverpool, men fyri útlendingar eru stóri dreymurin at spæla við Barcelona ella Real Madrid, sigur Steven Gerrard við Sky Sports.




