Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gerst jørðin heitari?

Hanus Kjølbro

Henda greinin um hitamátingarnar á Svalbard tey seinastu mongu árini stendur at lesa á heimasíðuni hjá yr. www.yr.no er samstarv ímillum NRK og Metorologisk Institutt. Áhugaverdur lesnaður – setur tankarnar í gongd hjá flest okkum.

Í 10 ella 20 ár hevur verið tosað um, at hitin á jørðini kvinkast uppeftir, og at hetta kann vera av mannaávum. Stór ósemja er um orsøkina, men mátingar av hita kring heimin eru ikki at fara skeivur av. Tølini tala: Jørðin gerst heitari. Serliga norðara polarøkið. Júst sum spátt hevur verið í mong ár.

 Í stuttum siga tølini, at teir seinastu 85 mánaðirnar er hevur hitin verið oman fyri tað vanliga. Seinastu ferð ein mánaður ikki var oman fyri tað vanliga var í desember 2010, og munurin niður til vanliga hitan veksur ár undan ári.

 Eitt beinleiðis og sigandi dømi er mátistøðin við flogvøllin á Svalbard. Miðalhitin fyri alt árið á Svalbard var  ¸ 6,7 stig í tíðarskeiðinum 1961 – 1990. Í ár fer miðalhitin at vera ¸ 2,2 stig – t.e. 4,5 stig heitari enn vanligt!

 Úrslitini av mátingunum eru munandi ógvusligari á Svalbard og á Jan Mayen, enn tey eru inni á meginlandinum.

 Verður bert hugsað um desember mánaða, fer hesin desmeber mánaðurin at vera heili 9 stig oman fyri tað vanliga. Hetta er ógvusligt og ekstremt, siga klimatologar í Noregi, ið hava gjørt mátingarnar.

 Tá ið mátingar av veðrinum hava verið gjørdar, verða tølini borin saman við tølini frá 1961 – 1990. Tað gera vit eisini í Føroyum. 

 Mátingarnar higartil vísa, at:

  • Hitin í kring norðpólin økist tvífalt so skjótt sum hitin økist aðrastaðni á jørðini
  • Ein av orsøkunum til hetta er, at tá ið ísur tiðnar, kemur hitin frá sólini fram at havinum ella klettunum, sum hava verið undir ísinum. Soleiðis verður minni hiti speglaður út aftur í rúmdina, samstundis sum hav og jørð hita luftina omanfyri.
  • Munandi minni er til av havísi, enn tað var fyri 30 árum síðan. Ísurin er minkaður skjótari, enn sjálvt teir daprastu spádómarnir søgdu. Tann ísurin, sum er, er klænri enn áður, og minni er til av ísi, sum er fleiri ára gamalur.
  • Djóralívið í økinum kring Norðpólin er ávirkað av broytingunum í veðurlagnum. Kópur, ísbjørn og fuglur hava verri liviumstøður
  • Broytingarnar í veðurlagnum kring Norðpólin fara at ávirka veðurlagið í øðrum støðum á jørðini

 Frostjørðin tiðnar eisini

 Tá ið tað hevur várað tey seinnu árini, er jørðin tiðnað heilt niður í 80 metra dýpi. Hetta er eisini djypri enn vanligt, og eisini hetta talið økist ár fyri ár.

Tá ið hitin soleiðis økist, gerst lendið óstøðugt, og so er vandi fyri skriðulopi, tí dagar við kavaveðri gerast færri og færri, samstundis sum tað er meir og meir av regni.