Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gestur Hovgaard farin frá sum KÍ-formaður

Oliver Joensen

Í stuttari viðmerking í kvøld sigur Gestur Hovgaard, formaður KÍ’s at hann hevur valt at lagt frá sær og at næstformaðurin, Nichels Lutzen tí hevur tikið við, fyribils í øllum førum.

Eg havi givið nevndini í KÍ eitt bræv, har eg grundgevi fyri, hví eg havi avgjørt at fara frá sum formaður og kann eg siga, at tað er mest av persónligum orsøkum. Tað hevur eisini havt týdning, at venjarin Ove Flindt Bjerg var sagdur úr starvi, tað var ikki nakað sum eg stuðlaði og eg kenni nú, at eg ikki kann tilføra felagnum nakað meira.
Uppá fyrispurning okkara, um hann hevur sagt seg úr felagnum, sigur Gestur, at tað hevur hann als ikki, tað er ikki við "bad feelings" at eg fari. Eg eri hjálparvenjari hjá Eyðun Klakkstein og tað ætli eg mær framhaldandi at vera og sjálvandi fari eg eisini at stuðla felagnum í aðrar mátar, sigur Gestur Hovgaard at enda.